15. november 2022
So hendi tað aftur. Eitt av sokallaðu etisku málunum sprongdi eina samgongu í luftina, og vit blivu tveitt út í løgtingsval í úrtíð. Somikið er hent fyrr, men tað serliga hesaferð er, at tað gekk næstan eitt ár frá tí at viðbrekna uppskotið bleiv samtykt, til vit sóu politisku avleiðingarnar.
Fylgilógin setti eld í
Áðrenn broytingin í foreldramyndugleikalógini varð samtykt í desember í fjør, fingu vit at vita, at um uppskotið bleiv samtykt, so var eingin samgonga longur. Men tað hendi kortini ikki. Miðflokkurin, sum hevði boðað frá, at hann segði samgongusamstarvið upp, um málið bleiv samtykt, valdi kortini at halda fram í samgonguni. Uttan iva hava tungu málsøkini, sum flokkurin hevur umsitið hetta valskeiðið, vigað meira enn smeiturin av, at málið bleiv samtykt. At sagt tey frá sær, hevði verið eitt dupult tap fyri flokkin.
Men eitt lítið ár seinni slitnaði samgongan, og almenna orsøkin sigst vera sama málið. – Ikki sjálvt løgtingsmálið, men fyrisitingin av eini fylgilóg.
Skuldi ikki inn í kirkjuna
Fyri at lýsa málið frá byrjanini av, so skulu vit aftur til broytingina í hjúnabandslógini. Tá hon bleiv viðgjørd í farna valskeiði, varð sagt, at hetta skuldi ongar avleiðingar fáa fyri kirkjuna. Nei talan skuldi bara vera um borgarliga vígslu av samkyndum. Øll áttu tó at vita longu tá, at broytingin fór at fáa avleiðingar fyri kirkjuna, og tað er júst tað, sum hendir nú. Tá tvær kvinnur kunnu giftast við hvørji aðrari, og tær fáa børn, so skulu børnini skrásetast í navninum á báðum, og har skulu prestarnir, sum føra kirkjubøkurnar, strika yvir orðið “faðir” og í staðin skriva “sammóðir”. Harvið verða prestarnir tvingaðir at vera aktivur partur av hesi broyttu lógini – sum ongar avleiðingar skuldi hava fyri kirkjuna.
Fylgilógirnar blivu ikki broyttar
Tað løgna við broytingini av hjúnabandslógini er, at tær nógvu fylgilógirnar blivu ikki broyttar. Tað var sum um at tað ráddi bara um at fáa høvuðsmálið avgreitt, og so máttu fylgilógirnar koma seinni. Navnalógin er framvegis ikki broytt, og ístaðin fyri at broyta hana, eru løgfrøðingar farnir at kjakast um, hvussu nógv lógin kann bendast og tulkast. Í Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum hava tey eina tulking, í Mentamálaráðnum hava tey eina aðra tulking og á Umhvørvisstovuni, sum er undir Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum, høvdu tey somu tulking sum Mentamálaráðið.
Alt hetta er nú endað sum ein politiskur fløkjustampur, og skal eg trúgva politisku viðmerkingunum á facebook, so roynir onkur har at bólka meg og onnur saman við teimum liberalu – hóast vit atkvøddu ímóti uppskotinum.
Lóg er lóg
So leingi sum eitt lógaruppskot ikki er samtykt, so kunnu vit stríðast ímóti tí, men tá tað er samtykt, so er tað lóg. Vit kunnu hava okkara meiningar um lógina, men vit hava ikki loyvi til at gera ímóti henni.
Í hesum førinum eru tað foreldramyndugleikalógin og lógin um rættindi barnana, sum eru broyttar. Tað skuldi ongantíð verið gjørt, men nú er tað kortini hent. Men navnalógin er framvegis ikki broytt. Har stendur enn sum áður, at eftirnavnið hjá barninum kann vera ættarnavnið hjá pápanum ella mammuni. Har stendur einki um sammøður.
Og so verður tulkað: Kann orðið “faðir” eisini merkja “sammóðir”? Løgmaður hevur staðfest – sum rætt er – at sambært reglunum er tað Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, sum er ovasti tulkingarmyndugleiki á hesum økinum, so um málið skal loysast við lógartulking, so er ikki nógv at velja í. Men er lógartulking einasti vegurin at fara?
Kubba húkarnar
Tá abbi mín, fyri nógvum árum síðani, lærdi meg at egna, tá segði hann, at um fløkja var á línuni, so var best at kubba húkarnar. Her hava vit ein fløkjustamp, sum nógv hava krøkt seg av, og spurningurin er, hvussu vit best fáa “kubbað húkarnar”, soleiðis at fløkjan verður greidd?
Fyri mær at síggja er tað alneyðugt, at eitt komandi landsstýri setir seg í samband við kirkjuliga myndugleikan, fyri at finna eina loysn, sum allir partar kunnu góðtaka. Ein grundleggjandi spurningur kundi til dømis verið, um kirkjan framhaldandi ynskir at hava uppgávuna at føra kirkjubøkurnar, ella finst møguliga ein onnur loysn? Eisini aðrir spurningar eiga at verða viðgjørdir saman við kirkjuliga myndugleikanum.
Um vit vilja varðveita kirkjuna sum fólkakirkju og sum eina savnandi megi í føroyska fólkinum, so mugu vit finna eina loysn á hesum málinum.
Eg ivist ikki í, at tað finnast loysnir, sum gera tað møguligt at sleppa undan at kroysta eina avgerð niður yvir kirkjuna, sum nógvir prestar als ikki kunnu góðtaka. Og hesi loysnini eiga vit at fara eftir.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður