19. november 2022

Martin Drangberg stillar upp fyri Sambandsflokkin

Sambandsflokkurin fegnast um, at Martin Drangberg stillar upp til løgtingsvalið fyri flokkin

Martin Drangberg er føddur 28.06 í 1982, uppvaksin í Skopun og býr nú í Hósvík. Hann er giftur við Marjun Sigvarsdóttir Drangberg - saman hava tey 4 børn.

Martin varð útbúgvin timburmaður í 2004 og hevur arbeitt tað mesta av sínum lívi.

Hann arbeiddi í Danmark frá 2007 til 2013, har hann m.a. var við til at smíða Ríkissjúkrahúsið og Roskilde Sjúkrahús, umframt FN-bygningar.

Eftir at hann kom heim til Føroya í 2013 stovnaði hann fyritøkuna Drangberg saman við tvillingabeiggja sínum. Í 2018 fór hann at arbeiða hjá Magn at koyra tangabil fram til í ár, har hann aftur fór at smíða.

Martin stillar upp fyri politiskt at royna at vera við til at tryggja okkara framtíð fyri okkum øll, sum búgva í hesum landinum - og ikki minst fyri okkara børn og ungu.

Hansara hjartamál eru:

Seta í verk eina skipan við viðgerðartrygd.

Skapa tryggar karmar um okkara børn og ungu.

Og so er tað rætturin hjá barninum til foreldrini.

Sambandsflokkurin