19. november 2022

Jónleyg J. Bech stillar upp fyri Sambandsflokkin

Vit eru fegin um, at Jónleyg J. Bech stillar upp til løgtingsvalið fyri Sambandsflokkin

Jónleyg er fødd í 1978 og er uppvaksin og búsitandi á Tvøroyri.

Jónleyg hevur ein kandidat í mentanarsosiologi frá Syddansk Universitet. Hon hevur starvast í umsitingini hjá Tvøroyrar Kommmunu í 17 ár, harav 10 ár sum kommunustjóri. Síðan var hon eitt tíðarskeið í starvi sum fulltrúi hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, til hon byrjaði sum HR-starvsfólk á Suðuroyar Sjúkrahúsi, har hon er í starvi nú.

Jónleyg situr í Tvøroyrar býráði, har hon er forkvinna í sosialu nevnd og trivnaðar- og umhvørvisnevndini, umframt limur í mentanarnevndini og fíggjarnevndini. Hon umboðar eisini kommununa í stýrinum fyri Suðuroyar Barnaverndartænastu.

Spurd hví hon stillar upp, svarar Jónleyg: 

- Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og politikki, og síggi eg hetta sum ein møguleika geva mítt íkast og gera mína ávirkan galdandi.

Hjartamál:

- At byrjað verður uppá Suðuroyartunnilin, so at borgarar og vinnulívið í Suðuroynni verða javnsett við restina av landinum.

- At munagóð stig beinavegin verða tikin til at hjálpa teimum, ið koma illa fyri orsakað av stóra prísvøkstrinum. 

- At Barna- og ungdómspsykiatriin og sálarheilsa hjá børnum og ungum sum heild verður raðfest.

- At tænastur til børn og ung við serligum tørvi og familjur teirra verða raðfestar.

- Ein bústaðarmarknað við fleiri og fjølbroyttari bústaðarmøguleikum.

- Framhaldandi raðfesting av vælferðarøkinum sum heild.

Sambandsflokkurin