20. november 2022

Edva stillar upp fyri Sambandsflokkin

Edva er eitt kent andlit í føroyskum politikki - hevur sitið á Løgtingi frá 2010 til 2015 og aftur frá 2019

Edva Jacobsen byrjaði at arbeiða í táverandi Føroya Banka í 1983 og starvaðist har inntil 2010, tá hon fór í Løgtingið sum varakvinna, bleiv síðani afturvald í 2011 og sat til valið 2015

Í 2015 fór hon at arbeiða á Pelagos fram til januar 2016.  Síðani fór hon at arbeiða á Kryvjideild hjá Bakkafrost í Klaksvík og síðani á Glyvrum fram til summari 2018. Frá 2018 til 2019 arbeiddi hon á Fíggjar- og HR deildini hjá Bakkafrost.

Hon koma aftur í Løgtingið á valinum í 2019, har hon situr sum varafólk.

Edva dámar sera væl í politiska arbeiðinum og brennur fyri at kunna halda fram um veljarin vísir henni álit til valið. Í hesum samgonguskeiðnum hevur hon verið í Útnorðurráðnum og forkvinna síðan august 2021. Eisini hevur hon verið fastur limur í trivnaðar- og mentanarnevndini.

Hon ynskir framhaldandi at gera mun politiskt og vil arbeiða hart fyri at skapa tryggar karmar, bæði vinnuliga, sosialt og fíggjarliga.

Sambandsflokkurin er einasti flokkur, sum veruliga ynskir at arbeiða í tøttum samstarvi í Ríkinum. Vit megna nógv meira við at standa saman, og hettar er ein stór styrki fyri okkara vælferðarskipanir.

Edva hevur stóran áhuga innan øll samfelagsøki, men her skulu nevnast nøkur av hennara hjartamálum:

- Vinnan skal hava støðugar og kappingarførar karmar at virka undir.

- Varðveita allar fiskivinnuavtalur.

- Tryggan búskap

- Halda fram á tí grønu kósini

- Sterkt heilsu- og almannaverk í tøttum samstarvi í Ríkinum

- Bestu karmar innan serøki, írokna bústaðarmøguleikar

- Fjølbroyttir íbúðarmøguleikar til allar málbólkar

- Styrktan fólkaskúla

- Allarbestu útbúgvingarmøguleikar til okkara ungdóm

- Framhaldandi viðgerðartrygd - sálarfrøðisliga skaðastovu

- Yvirskipaða rehabiliteringslóg - talsfólk fyri brekøki

- Varðveita kristnu virðini í samfelagnum

- Góð kor til pensiónistar

Góðar karmar til teir mongu felagsskapir, so teir hava enn betur møguleikar at virka, til stórt gagn fyri nógv menniskju, sum hava brúk fyri hjálp, og teirra familiur.  

Sambandsflokkurin