23. november 2022
Skal eitt samfelag hava framburð og trivnað, er tryggleikin tað mest umráðandi. Tryggleiki fyri fólkið - og fyri vinnuna.
Heimurin er broyttur seinasta árið, og tí er neyðugt at taka atlit til tær avbjóðingar, sum nú stinga seg upp í samfelagnum. Inflatiónin ger av álvara um seg við hækkandi rentustøði, hækkandi oljuprísir og hækkandi prísir á matvørum, og tí er neyðugt, at vit tryggja teimum, ið hava tørv á tí.
Vit mugu tryggja okkum, at føroyska familjan trívist.
Sambandsflokkurin fer tí at syrgja fyri eini hækkingin av barnafrádráttinum við 2.000 kr. og hækka loftið á barsilsgjaldinum við 2.000 kr.
Eisini skal barsilsskipanin gerast meira fleksibul, soleiðis at familjan sjálv kann leggja barsilstíðina til rættis, samstundis sum útgjaldshámarkið skal hækkast við 2.000 kr.
Sumt av hesum skuldi samtykkjast í vetur, men valið kom fyri.
Vit mugu í gongd aftur sum skjótast.
Eyðdis Hartmann Niclasen
valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið