23. november 2022
Tað tykist sum um, at fólk halda, at námsfrøðingar, heilsurøktarar, sjúkrasystrar, heilsuhjálparar og hjálparfólk hava átta armar. Sannleikin er tann, at tey eru menniskju, eins og øll onnur.
Omanfyri nevndu fakbólkar eru, eins og fleiri aðrir, tvingaðir til at renna ómetaliga nógv skjótari í 2022 enn áður, tí teir hava óendaligar uppgávur, ið skulu krossast av áðrenn kl. verður 16:00.
At arbeiða við menniskjum krevur nógv av einum menniskja
Tað kann, til tíðir, følast meiningsleyst at arbeiða við menniskjum, tí mann ikki hevur orku til privatlívið aftaná arbeiðstíð. TAÐ ER IKKI RÆTT.
Kvaliteturin á einum arbeiðsplássi er alfa og omega, og er eisini avgerandi fyri, at ein verður verandi á arbeiðsplássinum.
At arbeiða við menniskjum er ikki bara at geva eina hjálpandi hon, tá viðkomandi hevur brúk fyri mati og at sleppa á vesið.
Børn
Børn hava tørv á at sleppa at útfolda seg eftir sínum egna tørvi. Tey skulu spæla, smílast og gleðast yvir, at lívið hevur óendaligar møguleikar.
Men, hvussu kunnu tey tað, tá tað eru manglandi starvsfólk?
Eldri
Eldri hava tørv á innihaldi í lívinum. Lívið steðgar ikki upp, tá man býr á einum ellisheimi/ demensheimi. Tað átti at verið ein byrjan uppá nakað nýtt og gevandi. Lívsgleði, stuttleiki, upplivingar, tónleikur o.a.
Men, hvussu kunnu tey tað, tá tað eru manglandi starvsfólk?
Vit eru komin forbí ta tíðina, har vit tosa ‘fleiri heitar hendur’ tí tað nyttar ikki. Tað eru tríggir taparar í hesum. Børnini, tey eldru og tey, ið arbeiða innan økini. Tá øll hasi eru løgd saman, tosa vit ein rættiliga stóran prosentpart av Føroyum.
Fakbólkarnir eru ikki bara heitar hendur - tey eru menniskju og fólk, ið arbeiða, tí tey ynskja at gera mun. Tí, lat okkum vera erlig; ongin arbeiðir innan hesi økir fyri at blíva millióningur.
Tað skal betrast um karmarnar rundanum barna- og eldraøkið. Arbeiði hjá starvsfólkumum skal geva meining, soleiðis at økini kunnu blomstra.
Taka hond um øll
Sálarlig fyribyrging. Vit skulu standa fast við, at borgarar í samfelagnum, ið hava tarn, diagnosu og/ ella annað, fáa tað hjálpina teimum tørvar.
Almannaverkið skal endurskoðast, soleiðis at børn, sjúk og eldri ikki detta niður ímillum skipanir, ið eru galdandi í løtuni.
Arbeiðstíð
Eisini skjóta vit upp, at mann fer í samráðing við arbeiðsmarknaðin fyri at finna útav um tað er arbeiðsbrøkurin ið skal ordnast ella tímatalið, ið skal styttast. EIN LOYSN SKAL FINNAST!
Aimi Helbo
valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið