24. november 2022
Tíbetur eru ábøtur gjørdar við sandslíð seinastu árini, men eg haldi, at vit øll kunnu siga, at her mugu lógvatøk takast fyri at tryggja ferðsluna til eysturbygdirnar á Sandoynni.
Ostavirki og Lívfiskastøð í Skálavík
Um eitt ár ella so, flytur MBM alla sína framleiðslu av ostum til Skálavíkar og seinni verður ein stór lívfiskastøð bygd har eisini, hetta er til stórt vælsignilsi fyri okkum øll á oynni, men tað krevur eisini, at tey sum sita við valdið á Løgtingi síggja, hvussu átrokandi tað er at fáa skil á hesi farleiðini til eystanbygdirnar. Vit koma at hava økta ferðslu og ikki at gloyma økta tunga ferðslu í gjøgnum Sandslíð og um vit lurta eftir Landsverk, so kann verða talan um at koyra suðuroyartunnilin niður onkrastaðni eystanfyri eisini. Hvussu fer ferðslan tá at síggja út! – eg spyrji bara….
Hetta hastar…
Her má arbeiðast og tað skjótt, tað nyttar enki at siga, vit hava góða tíð, nei áðrenn vit vita av, so er tað ov seint at byrja at planleggja. Nú má handlast og tað má handlast skjótt. Antin fáa vit allan vegin breiðkaðan, ella og tað er kanska mest sannlíkt, so má tunnil projekterast.
Hetta fari eg at arbeiða fyri!
Sámal Hanni Lognberg
valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið