27. november 2022
Vælferðin í Føroyum hongur beinleiðis saman við at vinnan trívist. Allar avmarkingar og forðingar mugu vekk, soleiðis at vit eru kappingarfør og hava røttu treytirnar at arbeiða undir á altjóða støði.
Taka vit handilsflotan uppliva vit enn, at vantandi tvískattaavtalur, avtalur um flutning millum Evropeiska havnir og fleiri treytir ikki eru nøktandi fyri, at vinnan kann fara útum landoddarnar at kappast. Tað er sanniliga ikki tí, at føroyski handilsflotin ikki er til reiðar at fara út í altjóða kapping.
Landsstýrið má til arbeiðis og fáa hesar forðingar av vegnum, tí í júst hesari vinnuni eru vakstrarmøguleikarnir stórir, bæði á sjógvi og landi - um allan heimin - og vit mugu slóða fyri, at hettar letur seg gera. Nú.
Eyðdis Hartmann Niclasen
valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið