29. november 2022

Eg fari framhaldandi at verja okkara landsstovnar her í lokalsamfelagnum

Í farandi valskeiðnum havi eg brúkt mína ávirkan og atkvøðu til at verja og menna okkara landsstovnar her í lokalsamfelagnum, og hetta fari eg framhaldandi at raðfesta sera høgt, fái eg álit veljarans á løgtingsvalinum 8. desember

Ein løgtingslimur hevur skyldu at arbeiða til frama fyri alt landið, og tað hevur sjálvandi ligið fremst í huga mínum sum løgtingslimur hesi seinastu árini, og fer framhaldandi at verða tað.

Samstundis skerst tað ikki burtur, at allir løgtingslimir hava ein heimstað og býr í einum lokalsamfelag, sum er teimum serliga kært - alt annað hevði verið ógvuliga løgið.

Uttan at leggja alt út á blik, kann eg her nevndar onkrar av landsstovnunum í Norðoyggjum, ið eg sum limur í løgtinginum havi vart og lagt orku í at geva møguleikar at mennast.

Skálagarður - nýggjur bústovnur

Tíðliga í komandi ári fer ein nýggjur landsstovnur at lata upp í Klaksvík. Stovnurin, sum hevur fingið navnið Skálagarður, fer at rúma umleið 15 íbúðir, har málbólkurin savnar seg mest um fólk við heilaskaða, sum her kunnu fáa gleði av hvørjum øðrum, samstundis sum tað gevur meining fyri raksturin hjá Almannaverkinum og trivnaðin hjá bæði brúkarum og starvsfólkum.

Mynd: bladid.fo

Húsarhaldsskúlin

Henda nýbygging av Húsarhaldsskúla Føroya hevði verið ein kastibløka í mong ár, tá eg varð valdur inn á løgting í 2019, men vit kunnu í dag fegnast um, at tað er eydnast okkum at fáa verkætlanina av bakkastokki og neyðugu fíggingina játtaða, so hesin vistarskúlin kann fáa virðiligar umstøður, sum hann hevur uppiborið.

Mynd: kvf.fo

Gula læknahúsið

Tað almenna hevur gjøgnum tíðina í alt ov stóran mun forsømt viðlíkahald av bygningum sínum. Eitt av hesum er gula læknahúsið í Klaksvík, sum áður var ein av flottu og stoltu bygningunum í Norðoyggjum.

Tíbetur er tað eydnast okkum í farandi valskeiðnum at játta pening til at heildarumvæla og dagføra hesi søguligu húsini frá 1923, sum nú skulu nýtast til fyrisitingarbygning hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Húsini verða umvæld, soleiðis at tey varveita verandi bygningssnið við sama tilfarsvali, tó við smávegis broytingum.

Mynd: klaksvik.fo

Aula til TSK

Ein av stoltleikunum hjá lokalsamfelag okkara á undirvísingarøkinum er skúladepilin TSK, sum liggur sera væl beint við ítróttardepilin. Fleiri ymiskar útbúgvingar eru undir sama taki í TSK, har eitt stórt tal av næmingum, lærarum og starvsfólkum hava sína dagligu gongd.

Hesin stóri skúladepil hevur onga høll, har tað letur seg gera at savna næmingar, lærarar o.o., men júst hesum hava vit í farandi valskeiðnum arbeitt hart fyri, og nú nærkast vit málinum av álvara. Ein arkitekta-kapping varð liðug í ár, har fleiri vøkur uppskot vórðu løgd fram, og nú er næsta stigið at projektera og fyrireika sjálva byggingina.

Mynd: Norðlýsið

Eg kundi umrøtt fleiri onnur mál og stovnar hjá landinum við staðseting í Norðoyggjum, sum eg havi og fari framhaldandi at verja og gera mítt til at menna, men skal í hesum umfari avmarka meg til bert at nevna týðandi stovnar og tænastur so sum *Klaksvíkar Sjúkrahús, har fleiri menningarátøk liggja fyri framman, *Tinghúsið hjá Dugna í Klaksvík, *Gloym meg ei hjá Almannaverkinum, *Nýggj bústaðatilboð hjá Almannaverkinum, *Sjónám, sum bygnaðarliga er partur av TSK, og mentanarhúsið *Varpið, sum tó ikki er ein landsstovnur, men har eg sum løgtingslimur havi og framhaldandi fari at stuðla undir, at landið luttekur og stuðlar í sama mun, sum gjørt er í øðrum landspørtum.

Í farandi valskeiðnum havi eg brúkt mína ávirkan og atkvøðu til at verja og menna okkara landsstovnar her í lokalsamfelagnum, og hetta fari eg framhaldandi at raðfesta sera høgt, fái eg álit veljarans á løgtingsvalinum 8. desember.

Frimodt Rasmussen

valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið