02. desember 2022
Kjakið um bústaðarviðurskifti hevur undir valstríðnum í høvuðsheitum snúð seg um nýbygging av almennum bygningum og leigubústøðum, men hvat við okkara ungu borgarum, sum ætla sær at seta føtur undir egið búgv á bygd?
Krøvini frá lánveitarunum eru alt ov høg, og tað er órealistiskt at koyra øll í ein pott og siga, at tað eru eins krøv fyri fólk, sum búgva í miðstaðarøkinum og so fyri restina av landinum.
Fleiri ung uttanfyri miðstaðarøkið, sum ætla sær at byggja, gera vart við, at tey fáa ikki lán, tí tey eiga ikki nokk av eginpeningi - men tey skulu vera vælkomin at byggja í miðstaðarøkinum, har tey kunnu fáa eitt nógv hægri lán fyri sama eginpening.
Um útjaðarin skal mennast á sama støði sum miðstaðarøkið, mugu krøvini frá lánveitarunum linkast.
So um eg verði vald á ting, vil eg arbeiða fyri, at fólk uttanfyri miðstaðarøkið sleppa at byggja.
Eisini vil eg arbeiða fyri, at kommunur sleppa at byggja íbúðir.
X við Guðrun Ejdesgaard
valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið