03. desember 2022
Í Evropa eru familjur, fyritøkur og heilar tjóðir hóttar, grundað á høga kostnaðin á orku, og hevur hetta elvt til eina veruliga orkukreppu í Evropa.
Føroysku familjurnar og fyritøkurnar eru, sum eitt av teimum heilt fáu londunum í Evropa, sloppin undan hækkandi elprísum. Hetta er at fegnast um, men hetta er ikki ein sjálvfylgja.
Orsøkin til, at vit í Føroyum onga hækking hava í elprísinum er, at vit sum samfelag hava valt, at vit skulu hava eina almenna, samhaldsfasta samlaða elskipan, har prísurin einans byggir á kostnaðin av at reka el-kervið, umframt tær íløgur, ið tað kostar at útbyggja og tryggja veitingarskylduna. Prísurin fyri el inniheldur tískil ikki nakran eyka vinning.
Vit fegnast eisini um at hava fingið nýggju privatu vindmyllulundirnar á Gellingarkletti og Flatnahaga, sum koma at tryggja okkum nógva bíliga orku í framtíðini.
SEV er ein sólskinssøga. Ofta verður tikið til, at tað almenna dugir ikki. Hetta er veruliga mótprógvað av SEV.
SEV hevur sett sær stór og krevjandi mál fyri framtíðina, og skapar stovnurin veruliga stórt virði fyri Føroyar.
Vit skulu varðveita okkara elskipan sum hon er. Á hendan hátt kunnu vit koma at náa málinum um 100% grøna orku í 2030, og skulu vit tískil sláa manngarð um SEV.
Tað seinasta, ið vit hava hoyrt frá SEV er, at teir bjóða seg fram sum partnara til eina komandi hav vindmyllulund við Føroyar, sum kann nøkta orkutørv, ið er nógv størri enn Føroyar. Sostatt kann útflutningur av orku blíva tað nýggja grøna gullið fyri Føroyar í framtíðini, og tað skulu vit arbeiða fyri.
Erhard Joensen
valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið