04. desember 2022
Politiska stýringin av Landsverki hevur verið ov vánalig - punktum.
Landsverk hevur skulað livað upp til tey krøvini, sum vit forlanga, men tó er játtanin ikki stór nokk til, at teir megna hetta - hvørki, tá talan er um eftirlit ella viðlíkahald av vegunum.
Ein onnur avbjóðing, sum er eyðsæð, er at almennir bygningar ikki verða viðlíkahildnir. Nakrir av stovnunum, sum fólk við serligum tørvi búgva í, eru í so vánaligum standi, at tað er skomm.
Landsverk má endurskoðast, tí í verandi hami við verandi játtan megnar stovnurin ikki at røkja sínar uppgávur.
Sjálvur haldi eg, at man kundi deilt Landsverk í tvey - eina deild, ið tekur sær av viðlíkahaldi av bygningum og eina, sum tekur sær av viðlíkahaldi av vegunum. Hetta hevði tryggjað, at báðar deildir fingu játtanir, so hvørgan vórðu niðurraðfestar.
Vit skulu í størri mun umhugsa loysnir við verandi bygningum, heldur enn allatíð at byggja nýtt.
Pole J. Hansen
valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið