04. desember 2022

Vælferð fyri øll

Sambandsflokkurin er ein sosialt sinnaður flokkur og flokkurin hevur altíð havt tann sosiala profilin sum sítt skjaldramerki. Sosiala økið haldi eg meg kenna hampiliga væl og hevur tað eisini mín stóra áhuga.

Eg fari her heilt stutt at taka trý viðurskifti fram á hesum stóra og víttfevnda øki og tey eru:

Starvsfólk

Ein stór stór avbjóðing er, at starvsfólkaorkan er ov lítil í dag og við verandi gongd á økinum, so fer avbjóðingin bara at vaksa. Talan er um stóra starvsfólkatørvin innan røkt og námsfrøði komandi 10 árini á eldra-, heilsu-, almanna- og dagstovnaøkjunum.

Ein loysn er at útbúgva fleiri starvsfólk, men tað loysir ikki alla avbjóðingina. Neyðugt er eisini við øðrum átøkum, sum minka um tørvin á starvsfólki. Fyrr í ár kom áhugaverd frágreiðing, við heitinum “í góðum hondum”  og hendan frágreiðingin hevur fleiri uppskot um, hvussu avbjóðingini við stóra starvsfólkatrotinum innan hetta økið kann loysast komandi 10 árini. Tey vælferðarøkini, ið verða viðgjørd í frágreiðingini, eru almannaøkið, eldraøkið, dagstovnaøkið og í minni mun sjúkrahúsverkið. Fakbólkar, ið verða viðgjørdir, eru fakbólkar, ið kunnu nema útbúgving í Føroyum.

Nakrar av loysnunum eru: Fjarundirvísing, lønarviðurskifti, størri geirasamstarv og at byggja hóskandi stovnar. Eisini átøk, sum hava til endamáls, at fólk í størri mun klára seg sjálvi ella við avmarkaðari hjálp.

Hendan frágreiðingin er eitt gott mið hjá politikarum fyri at fáa íblástur til framtíðarloysnir á økinum.

Íløgur

Vit hava tøl fyri, hvussu stórur tørvurin er á vardum bústøðum næstu 10 árini. Í hesum samgonguskeiðnum er ferð komin á bygging, men langt er eftir á mál og neyðugt er við stórum íløgum næstu árini.

Á fundi, sum Megd skipaði fyri leygardagin 3. desember, var eitt tal upp á 500 mió. kr. nevnt, sum eitt boð uppá íløgurnar næstu 10 árini. Hetta eru alneyðugar íløgur, sum politisk semja má finnast um. Tosa vit í rundum tølum, so snýr tað seg um at seta 50 mió. kr. av um árið, næstu 10 árini. Neyðugt er við einari breiðari semju, soleiðis at tað ikki kemur stígur í, um samgonguskifti verður á vegnum næstu árini.

Rakstur

Við vaksandi fólkatali og tí fólkasamanseting, sum vit hava í dag, so kemst ikki uttanum, at játtanin til økið má økjast. At fyrigykla sær nakað annað, tað er ikki rætt.

Men, vit eiga allatíðina at eftirmeta allar fyriskipanir, sum eru á økinum og samstundis hugsa nýtt og øðrvísi, tí vit hava skyldu at fáa sum mest og best fyri játtanina til økið.

Eitt, sum er so sera umráðandi, tað er at leggja ætlanir fyri sosiala økið - langt fram í tíðina. Við góðum hagtølum og framtíðarætlanum, so fáa vit lagt økið betur til rættis og kunnu tí møta framtíðini og framtíðaravbjóðingunum betur fyrireikað, enn vit mangan gera í dag.

Magnus Rasmussen

valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið