05. desember 2022
Tað liggja nakrar mennandi politiskar ætlanir í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023, umframt onnur stórmál innan heilsuøkið
Hesi málini innan heilusøkið havi er lagt meg eftir at seta á politisku dagskránna og við breiðum semjum.
Vónandi verða hesi málini raðfest í einari komandi samgongu, soleiðis sum henda samgongan hevði ætlanir um.
Talan er um hesi málini:
- Diabetesmiðstøð, avtala gjørd um 123 mió. kr. at stovnseta miðstøðina
- Viðgerðartrygd, arbeiðast víðari við
- Sálarfrøðilig skaðastova
- Skreeningseind fyri krabbamein setast á stovn
- Nýggj krabbameinsætlan
- Lógartryggjað útgreining og viðgerð av krabbamein
- Útbúgving av yngri læknum
- Útbúgving av serlæknum
- Halda fram við nýggjum sjúklingahotelli í Keypmannahavn
- Trýggjar nýggjar kommunulæknar
- Seta Demens-samskiparar, vantar í løtuni
- Yvirskipaða rehabiliteringslóg
Hetta eru nøkur av mínum hjartamálum á heilsuøkinum, sum vit eiga at koma heilt á mál við komandi árini.
Kaj Leo Holm Johannesen
valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið