06. desember 2022

Til pensjónistar og avvarðandi!

Hvør lyftir eldraøkið, og er vón fyri økinum og umstøður til hetta arbeiðið?

Í kjakinum um eldraøkið verður mangan sagt, at tað eru tær smáu kommunurnar, sum hava torført at lyfta uppgávuna og at geva eldri borgarum tær tænastur, tey skulu hava.

Tær sigast ikki hava neyðugu resursirnar. Í sama andadrátti verður hinvegin sagt, at tær stóru hava ikki somu avbjóðingar og megna væl uppgávuna.

Men er hetta nú so?

Sum fyrrverandi býráðspolitikari ivist eg í, um man kann siga hetta um Tórshavnar Kommunu. Tíverri.

Men tað ber til at broyta. Og tað er tí, eg taki hetta upp, nú løgtingsval er fyri durum.

Í Tórshavnar kommunu búgva á leið 40% av eldra fólkinum.

Býráðið er skipað við nevndum, ið mest sum eru einaráðandi hvør á sínum øki, eitt nú Eldranevnd, Byggi- og Býarskipanarnevnd, Havnanevnd og so framvegis.

Tað er í høvuðsheitum forfólkini í nevndunum, ið mynda arbeiðið hjá nevndunum og standa í stóran mun fyri politiska partinum av arbeiðinum.

Ein politikari sum forfólk í nevnd, so at siga sum frítíðarstarv, - tað vil siga afturat øðrum føstum starvi. Tey hava kanska nakrar tímar vikuligar fundir við eina fyrisiting og ein mánaðarligan fund saman við nevnd og býráði, við sínum nevndarøki.

-

Eldraøki í Tórshavnar kommunu er eitt rakstrarøki á eini tveyhundraðogfimti millónur krónur árliga, umframt bygningar og nýbygningar.

Økið rópar eftir endurskoðanum, dagføringum og nýhugsanum, bæði tí vit verða lutfallsliga nógv fleiri eldri og tí ynski til ellisár eru onnur, enn tey hava verið, sæð við almennum brillum.

Ja, økið er fjølbroytt, sum fyribyrging, røkt og bústaðir.

Fái eg álit, fari eg at taka hendan spurningin upp, tá eldraøkið uttan iva verður sett á skrá sum nakað av tí fyrsta, ið nýggja løgtingið eigur at hyggja uppá.

Tíðin er komin til at velja og geva hugsjónarligum býráðspolitikkarum neyðugu karmarnar at arbeiða við býráðspolitikki.

Ja, støðan er í grundini heilt akutt.

Bergun Kass

valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið