07. desember 2022
Nýggjar tíðir - nýggjar avbjóðingar. Sambandsflokkurin fer á val uppá at tryggja trygd og trivnað hjá øllum okkara borgunum. Her eru nøkur boð:
Skattalætta á 10.000 kr. um árið til tey, sum arbeiða innan heilsu og røkt, so tey fáa meiri útgoldið av teirra løn. Tað fer at geva tryggleika og trivnað á økinum.
Inflatiónstrygd, har tey sum eru ringast fyri, kunnu søkja um stuðul á 1.000 kr um mánaðin.
Barnafrádrátturin hækkar við 2.000 kr., sum hjálp til barnafamiljurnar.
Barsilsskipanin hækkar við 2.000 kr. til foreldur.
Mótrokningin í pensiónini fellur burtur.
Eg fari at heita á teg at fara á val og velja Sambandsflokkin. Gott val!
X við Fríðgerð Heinesen
valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið