13. februar 2023

Svar til Almfinn Jacobsen

Almfinn Jacobsen hevur eina heilsan til mín í einum lesarabrævi, og sum eg skilji tað, so er hann misnøgdur við, at eg havi sett ein fyrispurning í løgtinginum um vegin gjøgnum Skálafjørð. Hann minnir meg millum annað á, at vit nú skriva 2023, og at eg kundi havt sagt og skrivað meira um vegin síðani eg seinast setti fyrispurning um hann í 2014.

Til tað er at siga, at frá 2015 til 2019 var eg ikki tingmaður, og tá eg kom aftur í landspolitikk í 2019, var arbeiðið í gongd við at gera Eysturoyartunnilin, og so leingi sum arbeitt var við tí, hevði eg lítlar vónir um, at fáa aðrar íløgur gjørdar her um leiðir. Nú er tað arbeiðið liðugt, og tí valdi eg at taka hetta málið framaftur.

Men tað, at ein politikari ikki úttalar seg alment um ein vegastubba, merkir ikki, at einki verður gjørt. Á hvørjum ári skal landið hava eina fíggjarlóg, og tá er ein íløguætlan partur av tí arbeiðinum, og har verður dúgliga kjakast um, hvørjar íløgur skulu gerast.

Almfinn skrivar, at Jørgen Niclasen arbeiddi við eini bíligari loysn, sum tó ongantíð kom í løgtingið, og eisini her sigur hann, at eg gjørdi einki við málið. Men tað er ikki rætt. Har kom eitt uppskot í løgtingið um at gera vegin ígjøgnum bygdina, men tað uppskotið fekk ikki undirtøku – heldur ikki frá mær, tí eg helt ikki, at tað var ein góð loysn. Almfinn skrivar eisini: “Tað síðsta sum vit vita um málið er, at Jørgin Niclasen avtók lógina um gerð av vegnum yvir bygdini Skálafjørð.” Tað er ikki rætt. Lógin er framvegis í gildi – m.a. tí at eg atkvøddi ímóti uppskotinum um at avtaka hana.

Men vit kunnu vera samdir um, at stórur tørvur er á at gera eina nýggjan veg omanfyri bygdina, og tí eiga vit at standa saman um at fáa tað málið framt.

Helgi Abrahamsen

løgtingsmaður