17. februar 2023
Fyrispurningur um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið til dømis ber brek ella hevur varandi sjúku (uppfylgjandi spurningar), settur landsstýrismanninum í almannamálum, Sirið Stenberg av Helga Abrahamsen, løgtingsmanni.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Ætlar landsstýrið at broyta løgtingslógina um almannatrygd og tænastur og/ella tilhoyrandi kunngerð, soleiðis at frítíðarløn frá arbeiðsplássum ikki verður mótroknað í endurgjaldinum fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið til dømis ber brek ella hevur varandi sjúku?
Svar:
Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku sbrt. § 25 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur er ein veiting, ið kemur í staðin fyri løn. Tað merkir, at ein persónur, sum móttekur veitingina, ikki forvinnur sær rætt til frítíð frá arbeiðsgevara í tíðarskeiðinum, hann ikki móttekur arbeiðsløn, og tað er orsøkin til, at frítíðarløn verður løgd aftrat veitingini frá Almannaverkinum.
Skipanin virkar væl hjá teimum, sum støðugt fáa veitingina, og sum varandi eru í skipanini.
Hevði frítíðarlønin ikki verið mótroknað, so hevði móttakarin fingið veiting svarandi til meira enn 12 mánaðir um árið. Persónar, sum fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í eitt avmarkað tíðarskeið, har endurgjaldið ikki fellur á tann mánaðin, har frítíðarlønin verður útgoldin, hava, sum landsstýriskvinnan skilir, heldur ikki trupulleikar av útgoldnari frítíðarløn.
Spyrjarin vísir í viðmerkingunum til hendan spurningin til eitt dømi, har ein borgari er heima í eitt avmarkað tíðarskeið, sum fellur á tann mánaðin, tá frítíðarlønin verður útgoldin. Í hesum føri livir persónurin av frítíðarlønini í mai mánað, og fær hann sostatt ikki frítíðarløn ella løn, tá hann seinni skal halda feriu.
Lóggávan er ikki greið í mun til, hvussu hesi málini skulu handfarast. Yvirskipaða endamálið við lógarásetingini og kunngerðini er, at borgarin ikki skal vera fyri inntøkumissi, tá tað er neyðugt at vera heima hjá barninum (tó kann endurgjaldið fyri mista arbeiðsinntøku ikki vera hægri enn 25.832 kr. um mánaðin). Landsstýriskvinnan er av tí fatan, at rættur til endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í ferium ikki skal vera tengdur at tíðarskeiðinum, sum viðkomandi er burtur frá arbeiði.
Síða 2 av 2
Tað er løgtingslógin, ið ásetir yvirskipaðu treytirnar fyri fáa rætt til veitingina, meðan t.d. úrtokningargrundarlagið fyri endurgjaldið og mótrokningarreglurnar í sambandi við aðra inntøku er ásett í kunngerð.
Landsstýriskvinnan er farin undir at fyrireika tillagingar í kunngerð um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku. Hon fer í hesum sambandi at kanna, um neyðugt er at gera greiðari ásetingar um mótrokning av frítíðarløn, soleiðis at tey, sum í avmarkað tíðarskeið fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, eisini fáa endurgjald fyri frítíð.
Tórshavn, 17. februar 2023
Sirið Stenberg
landsstýrismaður