10. mars 2023

Sambandsflokkurin vil hava fleiri tvískattaavtalur

Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot til samtyktar fyri løgtingið um at heita á landsstýrið um at fara undir samráðingar um at fáa fleiri tvískattaavtalur gjørdar. Endamálið er at víðka um virkismøguleikarnar hjá føroysku vinnuni og føroyingum sum heild

- Fleiri tvískattaavtalur skulu m.a. vera við til at seta føroyska handilsflotan og shippingvinnuna í eina betri kappingarstøðu uttanlands. Tað sigur Sambandsflokkurin, sum hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at heita á landsstýrið um at fáa fleiri tvískattaavtalur gjørdar.

Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur støðugt víst á, at tørvur er á fleiri tvískattaavtalum. Føroyar hava í dag einans 8 tvískattaavtalur við onnur lond, og tað er ikki eydnast at økja um talið av hesum avtalum seinastu mongu árini. Til samanberingar kann nevnast, at Danmark hevur fleiri enn 70 tvískattaavtalur við onnur lond.

Løgmansskrivstovan og Umhvørvis- og Vinnumálaráðið samskipaðu í 2021 - 2022 arbeiðið í Vakstrarforum, har endamálið var at birta upp undir virðisøking í týdningarmiklum geirum, siðbundnum vinnum og alternativum framtíðarvinnum í Føroyum á burðardyggari grund.

Úr frágreiðingini frá Vakstrarforum “Vakstarmøguleikar í maritimu veitaravinnunum” er enn eitt tilmæli komið um at arbeiða fyri, at Føroyar fáa tvískattaavtalur við allar viðkomandi marknaðir.

Uppskotssetararnir heita við uppskotinum á landsstýrið um at viðgera og leggja fyri Løgtingið eina frágreiðing um, hvussu farast skal fram við tí fyri eyga at fara undir samráðingar um at fáa fleiri tvískattaavtalur gjørdar.

Málið var á skrá fyri tingfundin í gjár. Umboð fyri allar flokkar tóku væl ímóti uppskotinum og málið fekk eina jaliga viðgerð.

- Eg fari nú at fylgja gongdini í málinum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, sum saman við Sambandsflokkinum, hevur fyrireikað uppskotið.

Sambandsflokkurin