15. mars 2023
Johan Dahl, tinglimur í Norðurlandaráðnum, luttekur í hesum døgum á fundum í Norðurlandaráðnum í Reykjavík.
Á skránni í dag er millum annað evnið “Norðurlendsk orkuveiting í eini ótryggari tíð”.
Fyrst fara serfrøðingar at leggja fram síni sjónarmið, seinni skulu politikararnir umrøða spurningin um orku og trygd, herímillum veitingartrygd.
Eisini eru nevndarfundir á skránni, har føroyski ráðslimurin skal viðgera m.a. vælferðarsamfelagið, sálarheilsuna hjá børnum og ungum og javnstøðupolitikk í Norðanlondum, umframt málið at gera Norðurlond meira grøn og kappingarfør.
Eisini verður ein altjóða strategi fyri ráðið viðgjørd.
Kelda: Løgtingsskrivstovan