23. mars 2023

Sambandsflokkurin tekur uppskotið um inflasjónsískoyti aftur

Uppskotið hevur tænt sínum endamáli, og tí tekur Sambandsflokkurin nú uppskotið aftur

“Vit vildu hava nakað at henda, fyri at hjálpa sperdum familjum, og tað eydnaðist,” sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, nú Sambandsflokkurin tekur uppskotið um inflasjónsískoyti aftur.

Sambandsflokkurin skeyt upp, at skipanin við familjuískoyti bleiv víðkað í eitt avmarkað tíðarskeið, soleiðis at eisini onnur enn barnafamiljur kundu søkja um ískoyti, og einki aldursmark skuldi var fyri, hvør kundi fáa úr skipanini.

“Við hesum vildi Sambandsflokkurin tryggja, at eitt nú fólkapensjónistar, sum lúka treytirnar viðvíkjandi inntøku og ogn, eisini skuldu kunna fáa inflasjónsískoyti,” sigur Bárður á Steig Nielsen.

Men stutt eftir, at Sambandsflokkurin hevði boðað frá uppskotinum, kom landsstýrið við einum líknandi uppskoti, sum eitt samt løgting nú hevur samtykt. Sambandsflokkurin boðaði tí frá, at flokkurin fór at taka undir við uppskotinum frá landsstýrinum, og tá tað varð avgreitt, fór flokkurin at taka sítt egna uppskot aftur.

“Vit vildu hava nakað at henda, og tað eydnaðist,” sigur Bárður á Steig Nielsen. “Sperdu familjurnar fáa nú ta hjálpina, sum vit ynsktu at veita teimum, og tað fegnast við um,” sigur hann.

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum verður eftir ætlan tikið aftur á komandi tingfundi.

Sambandsflokkurin