25. mars 2023

Formansrøða 2023 - Sambandsflokkurin

Góðan morgun øll somul.

Vegna Sambandsflokkin vil eg bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin á Landsfundin 2023 – bæði tykkum, sum eru møtt her í Vestmanna, og tykkum, ið fylgja fundinum á netinum.

Tað er við eyðmýkt og stoltleika, at eg standi her og hyggi útyvir rúmið í dag. Kenslan er ein onnur, enn hvat hon var, fyri einum ári síðani. Tí stutt undan míni árligu formansfrágreiðing á landsfundinum í fjør, varð ein veljarakanning kunngjørd sum gav Sambandsflokkinum 16,3 prosent og fimm tingsessir. Á landsfundinum árið fyri, stóð enn verri til.

Nú standa vit her og hava tryggjað tvey góð val fyri Sambandsflokkin. Tað fyrsta, fólkatingsvalið, var eitt søguligt val sum størsti flokkur, og tað næsta, løgtingsvalið, sum næststørsti flokkur við 7 tingsessum.

Vit gjørdu tað, sum eingin veljarakanning ella miðil spáddi var gjørligt.

-----------

Sambandsflokkurin er ein samansettur flokkur, og tað er ein av okkara stóru styrkjum.

Fyrst kemur mær í huga tit mongu eldsálir kring landið. Sjálvboðin og í allari stillheit gera tit eitt kempi-arbeiði fyri okkara flokk. Ikki minst til valini eru tit hollir stuðlar.

Veljarafeløgini eru somuleiðis ein krumtappur í floksarbeiðinum, og tykkara íkast hevur stórt virði. Tað sóðu vit til valini, har veruliga bleiv brett upp um armar.

Tingbólkurin er ryggurin í dagliga politiska arbeiðinum og í telvingini, sum har hoyrir til. Tykkara partur liggur ikki eftir, og samstarvið við tykkum, er hugaligt.

Fyrst og fremst eru tað tó veljarar Sambandsfloksins, ið gera allan munin. Tit fylkjast um sambandsvirðini og sosial-liberalu stevnuna, og uttan tykkum var ongin flokkur.

Tit hava tí øll uppiborið eina hjartans tøkk. Valevni, veljarafeløg, skrivstovan, sjálvboðin og øll rundanum flokkin um alt landið tóku øll eitt ordans tak og lótu ikki møðina taka yvir, hóast vikurnar runnu saman í eitt langt valstríð. Tað er tykkum at takka, at vit standa sum ein sterkur Sambandsflokkur í dag.

Úrslitini vísa at bulurin er sterkur – og tit eru bulurin í flokkinum.

Vit høvdu sjálvsagt ynskt, at vit enn sótu við borðendan og høvdu betri møguleika at føra okkara vallyfti út í lívið. Tí Sambandsflokkurin hoyrir heima í landsins leiðslu. Hetta ger seg serliga galdandi í ótryggum tíðum, tá skynsamur politikkur og væl umhugsaðar avgerðir eru grundleggjandi fyri borgarans vælferð og tryggleika.

Vit høvdu ein áhuga í, at samstarva breitt og gera upp við blokkpolitikkin. Tað var eisini tað, sum veljarin ynskti. Javnaðarflokkurin vildi saman við Tjóðveldi, so vit strektu okkum langt fyri at koma til samráðingar, og funnu loysnir uppá tað mesta, eisini ríkisveitingina. Kortini valdi táverandi andstøða hvønn annan framum skynsemið og ágóðarnar í einum breiðum samstarvi. Tað er helst sjónligt fyri tey flestu longu nú, hvør loysn var tann rætta, men sum mátti lýta fyri primitiva blokkpolitikkinum.

--------

Sum siðvenja er, hevur Sambandsflokkurin eisini á hesum landsfundi vitjan úr Vinstra, okkara systurflokki í Danmark.

Í ár hava vit gleði av at bjóða Thomas Nolsøe Danielsen, samferðslumálaráðharra,  vælkomnum. Thomas hevur síðan 2011 siti á fólkatingið fyri Vinstra og hevur áhuga fyri fiskivinnu, orku, samferðslu, og – ikki minst – Føroyamálum.

Thomas skilir tað mesta av føroyskum, tí hann hevur røtur í Føroyum. Mamman er føroyingur, og abban kenna fleiri – Knút Nolsøe, sáli, ið var drívmegin fyri, at tryggja føroyingum krígspensjónina.

Góðu øll somul – vónandi fáa vit ein gevandi Lands­fund. Her er høvi at umrøða politisku av­bjóð­­­­­ingarnar í Føroyum í dag. Og her skifta vit orð um kós og politikk.

----------

Tá eg helt mína fyrstu formansrøðu í 2015, tosaði eg um týdningin at halda fast við at menna vælferðarsamfelagið Føroyar, tað hevur verið og er framvegis okkara stavnhald.

Okkara liberala stevna gevur øllum føroyingum møguleika at skapa sína egnu framtíð, og øll skulu hava sama útgangsstøði til at skapa sína egnu tilveru.

Vinnulívið skal hava frælsið og so góðar umstøður, sum til ber. Menning og íverksetan verður stimbrað – eisini við felags vinnuframaskipanum í Ríkinum. 

Afturfyri – skal vinnan gjalda sín rímiliga part av vælferðini hjá okkum øllum.

Sosiala stevnan hjá flokkinum tryggjar, at vælferðin er í heimsflokki. Øll – uttan undantak – skulu hava líka atgongd til vælferðartænastur – og so er tað líka mikið, hvussu nógv ella lítið fólk forvinna. Hond skal takast um veiku bólkarnar í samfelagnum.

Sambandsflokkurin hevur alt tað, ið nútíðar heimsborgarin í dag spyr eftir. Eina góða javnvág millum vinnumøguleikar og vælferð í einum felagsskapi, har ið øll eru vinnarar.

---------

Sambandsflokkurin fór til val uppá tryggleika. Tryggleika í breiðastu merking. Ófriður valdar í heiminum, og ja i okkara nærumhvørvi. Inflasjónin hækkar støðugt, veðurlagsbroytingar gera um seg og fólkasamansetingin er í broyting - vit liva í einari broytiligari tíð. Tí botnaðu øll okkara vallyfti í tryggleikanum.

Vælferðartryggleika, búskaparligum tryggleika, verjutryggleika og mentanarligum tryggleika.

Vit høvdu greiðar loysnir uppá dagsins samfelagsavbjóðingar, greiðar langtíðarvisjónir og -mál at fremja fram til 2030, umframt greið boð uppá, hvussu øll hesi vallyftini skuldu fíggjast. Ikki við eingangsinntøkum ella brandskatting av vinnuni, men við virðisvøkstri í føroyska samfelagnum. Við at satsa uppá vakstrarmøguleikar og virðisøking innan bæði siðbundnar og alternativar framtíðarvinnur - sjálvandi á burðardyggari grund.

Tá eg hugsi um Føroyar, um føroyingar, og tað, sum vit hava skapt, og kunnu skapa frameftir, verði eg bæði bjartskygdur og errin.

Errin av, at vit í felag – hóast okkara stødd og fjarskotnu staðseting – hava skapt eitt samfelag, sum er so framkomið. Tað er ikki fullkomið, men tað er eitt av teimum bestu. Og tað hava vit ofta lyndi at gloyma.

Vit eru heimsins frælsasta fólk í heimsins besta landi.

Eitt land, har øll hava javnbjóðis møguleikar at skapa sína framtíð og eitt land, har tað ikki er inntøkan ið ger av, um børn okkara kunnu fáa útbúgving, ella um tey sjúku fáa viðgerð. Eitt land, har vit taka okkum av børnum og eldri - umframt hvørjum øðrum, um á stendur.

Føroyar eru eitt fantastiskt land. Eitt land við møguleikum, eitt land við tryggleika og eitt land, har vit hava álit á hvørjum øðrum.

Tað skulu vit halda rimmarfast um. Og øll menning skal byggja á hendan grundvøllin.

So langt vænti eg, at vit øll eru púra samd.

------------

Heimastýrislógin bleiv sett í gildið 1. apríl 1948, og fyllir sostatt 75 ár um eina viku. Vit sambandsfólk kunnu ikki annað enn verða stolt av hesi skipan, ið hevur verið ein viðspælari til menningina av Føroyum til eitt av heimsins bestu samfeløgum at liva og virkað í. Vit vita eisini at fleiri lond missunna okkum hesa skipan.

Eisini tí harmar tað meg, at vinklinging í sendingini “O-móðurlandið”  ikki er í trá við henda veruleika. Temaði er loysing og nationalisma, og niðurstøðan er, at vit eru komin ov stutt í mun til onnur lond, og vit bert eru av avspegling av donsku fortíðar imperialismuni. Hetta kann ikki verða longri vekk frá veruleikanum. Vit eru eitt av heimsins ríkastu og mest framkomnu londum. At pástanda nakað annað er beinleiðis skeivt. Og  øll hendan menningin er hend innan karmanir av Heimastýrislógini.  

Tá tað er sagt, er av týdningi at staðfesta at heimastýrisskipanin ikki er ein statisk skipan, men at hon sjálvandi leggur upp til eina áhaldandi menning, soleiðis at rammurnar verða tíðarhóskandi og avspegla tann veruleika og tað tíð vit liva í.

---------------

Sambandsflokkurin er einasti veruligi samríkisflokkur, og vit vilja útviklað felagsskapin, meðan aðrir flokkar á tingið vilja forða hesi menning, soleiðis at hann verður stirvin og gerst ótíðarhóskandi.

Undanfarna valskeið settu vit á stovn eitt samstarvsráð, har øll trý londini í felag viðgerða uttanríkis-, trygdar-, og verjumál, hóast hesi ikki eru yvirtikin. Hetta vísir veruliga liðiligheitini í Ríkisfelagsskapinum – her ber alt til, men tað krevur ein vilja frá øllum pørtum og hetta vil Sambandsflokkurin, sum einasti flokkur á løgtingið.

Felagsskapurin er undir trýstið, tí er av alstórum týdningi at øll samríkisfólk sláa ring flokkin, ið veruliga vil útviklað og menna felagsskapin. Tí hann gevur okkum føroyingum javnbjóðis møguleikar bæði her heima, í ríkisfelagsskapinum og í øllum Evropa.

---------------

Síðani nýggja samgongan tók við, er trupult at fáa eyga á hvørjar politisku ætlanirnar hjá samgonguni eru.

Higartil hava vit tikið undir við øllum málum frá samgonguni, kanska ikki so undarligt, tí hetta eru mál sum vit í undanfarnu samgongu høvdu liggjandi í løgtinginum, tá ið val bleiv útskrivað, ella mál sum Sambandsflokkurin hevði lagt fyri løgtingi frammanundan, eitt nú inflatjónsískoytið.

Vit fara sum størsti andstøðuflokkur at arbeiða konstruktivt til frama fyri føroyingum og Føroyum, saman við samgonguni.

Sambandsflokkurin hevur lagt fleiri uppskot fyri Løgtingið, ið hava týdning fyri at varðveita og menna okkara vælferðarsamfelag.

Talan er um lógaruppskot um inflasjónsískoyti, avtøku av mótrokning í pensjónini av arbeiðsinntøku, broytingar í tøkugjaldinum, fleiri tvískattaavtalur, og um vakmyndatól.

Tey sum eru hart rakt av hækkandi prísum og rentuhækkingum, eiga at fáa styrk, og pensjónistar eiga at kunna átaka sær lønandi arbeiði, uttan at hetta verður mótroknað í pensjónini.

Felags fyri hesi lógaruppskotini er, at tey hava týdning fyri at varðveita og menna okkara vælferðarsamfelag, við at hjálpa hart sperdum húskjum, og víðka um arbeiðsútboði.

--------

Hægri útbúgvingar hava við sær menning og trivnað og sjálvandi skulu vit skapa bestu karmar fyri tey ið ynskja at nema sær útbúgving í Føroyum, samstundis sum at Fróðskaparsetrið skal verða kappingarført á altjóða støði. Tí skal Fróðskaparsetrið støðugt mennast. góðskan skal áhaldandi eftirmetast og tryggjast soleiðis, at okkara universitet kann fáa altjóða góðkenning og viðurkenning.

Eisini yrkisútbúgvingarnar skulu mennast. M.a. er ein nýggj alaraútbúgving sett í verk, umframt ein útbúgving fyri handverksmeistarar er ávegis.

Lesandi skulu fáa styrk nú hækkandi príslegan rakar. Lestrarstuðulin skal hækkast við 1000 kr/mð. til lesandi undir hægri lesnað og 500 kr/mð. aftrat til miðnámskúlanæmingar.

----------

Viðgerðartrygdin er framvegis eitt av fremstu málum sambandsfloksins. Vit skulu hava eitt heilsuverk á minst sama støði, sum í okkara grannalondum, og fara vit at halda á við at styrkja og menna okkara heilsuverk, har málið er viðgerðartrygd til allar føroyingar.

Størsta avbjóðingin beint nú er kommunulæknatrotið. Mangulin á kommunulæknum er sjálvforstyrkjandi, tí arbeiðstrýstið er ov stórt og læknar trívast ikki á økinum. Her skulu vit seta nógv meir orku av beinanvegin, so vit skapa eina vón til eina rímuliga arbeiðsbyrðu í framtíðini.

Fleiri batar eru gjørdir innan heilsuøkið. Nýggja diabetesmiðstøðin, har vit saman við novo nordisk grunninum vilja geva diabetikarum betri viðgerð er farin til verka.

Eisini eru fleiri tilboð tá ið vit av ymsum orsøkum missa førleikar. Hesi fáa nú fleiri nýggj tilboð um at endurvenja og endurmenna seg. Endurvenjingin er vegurin inn aftur í lívið. Tá ið sjúka er staðfest, ræður um at fáa skjóta viðgerð. Við viðgerðartrygdini skal eingin bíða eftir viðgerð longur enn 30 dagar. Tað gongur rætta vegin, og á fleiri økjum er málið longu rokkið.

Eitt gott og trygt heilsuverk er ein fortreyt fyri at fólk velja Føroyar, sum sín heimstað.

--------------

Vestmenningurin Ólavur á Heygum, var ein framburðsmaður burturav við stórum visjónum. Hann hevði nógv virksemið í bygdini, men hugsaði stórt og setti í verk stórar samfelagsútbyggingar, vatnorku longu í 1907, telefonlinju í 1905, tí hann sá virði í einum vælútbygdum infrakervið í Føroyum.

Í ólavsøkurøðuni 2021 bjóðaði eg lýsingini av samferðsluni, sum eitt hart virði av. At binda samfelagið saman er eisini eitt bleytt virði, tí tað økir sanniliga um bæði trivnað og trygd. Vit vilja stytta um innlendis teinarnar fyri at økja um møguleikarnar. Tí binda vit samfelagið saman við tunlum. Fyrireikingarnar til suðuroyartunnilin ganga sína gongd. Tunlar norð um fjall verða tiknir í nýtslu í 2024, herumframt verða Famjinstunnil og Dalstunnil sprongdir ígjøgnum. Væntandi verður koyrandi úr Sumba til Viðareiðis innan 10 ár.

Í langtíðarløguætlanini er Vestmannatunnilin næstur á skrá, og eftir ætlan skal borast í 2024, tá ið tunlarnir norð um fjall eru lidnir. Ein dag sum í dag, har veðri er gott er ongin trupuleiki. Men vit upplivað tíverri fleiri dagar hvørt ár, har tað als ikki er koyrandi um Høgareyn, og enn fleiri dagar, har tað ikki er sørt vandamikið at koyra, orsakað av vindi ella jarðrokið, har koyrt verður í blindum, til ein prestur aftur hómast í veg-jaðarinum.

Hetta er ikki ein nøktandi farleið anno 2023, og sæst hetta eisini aftur í fólkatalinum í bygdini, ið als ikki hevur fylgt jaligu gongdini seinastu árini, hóast byggiklár grundstykkir eru tøk og alskyns tilboð eru til stór og smá.

Tí vil eg enn einaferð heita á sitandi samgongu um at halda fast við langtíðarløguætlanina, soleiðis at Vestmanna framvegis verður ein integreraður partur av framtíðar Føroyum.

------------------

Sambandsflokkurin hyggur altíð eftir møguleikum fyri, at tryggja eina enn betri vælferð, við at útbyggja og menna møguleikar hjá vinnuni, verandi og nýggjum spírum, tí bleiv eitt Vakstrarforum sett við fólki við servitan innan nógv ymisk økið.

Vakstrarforum valdi at leggja dent á hvussu vit kunnu fáa meirvirði burturúr fylgjandi geirum, havið, KT, vinnuferðavinnu, maritimu veitaravinnuna, útbúgving og arbeiðsmarknað og einar grønari Føroyar.

Ein reyður tráður í øllum er, at vinnan má hava karmar, sum eru rímiliga støðufastir, og sum kunnu roknast út frammanundan. Skulu fyritøkur gera íløgur og taka aðrar avgerðir, sum hava avleiðingar langt fram í tíð, er tað umráðandi, at fyritøkurnar vita, hvat er í væntu frá politiskum og umsitingarligum myndugleikum.

Fleiri av tilmælunum eru skjótar tillagingar, um liðiligheit og skjótleika. Onnur eru meir krevjandi broytingar, ið skulu gerast í samráð við onnur lond, so sum fríhandilssáttmálar og tvískattaavtalur.

Í fíggjarlógini fyri 2023 løgdu vit fyri við, at seta á stovn Export Faroe Island og eina Event skrivstovu, ið ávíkavist skuldu verða jarnbrotið hjá tænastuvinnuni út í heim við síni servitan og at togað vinnufyritøkur heim til Føroyar við sínum starvsfólkum til ráðstevnur v.m.

Sambandsflokkurin vil áhaldandi arbeiða fyri at fremja hesi átøk, so vit fáa ein framhaldandi virðisvøkstur til at fíggja vælferðina. Vit hava altíð verði ein altjóðagjørdur flokkur, ið sær fyrimunirnar við samstarvið við umheimin, og arbeiða miðvíst við betraðum handilssáttmálum og hava lagt uppskot fyri løgtingið um at fáa fleiri tvískattasáttmálar.

---------------

Burðardygd og grøna orkuskifti eru ein integreraður partur av framtíðar virðisvøkstri til at bera okkara vælferð. Okkara orkuframleiðsla og nýtsla skal verða grøn, vit skulu dálka minni, vit skulu skipa nýtslu og framleiðslu betur, tryggja at búskapurin er haldførur og mótstøðuførur, og at vit skulu syrgja fyri, at fólk trívast og støðast og eru partur av felagsskapinum.

Endurnýtsla er ein partur av burðardyggu leiðini, tí skulu vit hava eina grøna pantskipan. Fyrst og fremst skulu blikk og fløskur kunna avhendast á einum og sama stað, men harumframt skal skipanin hava møguleika at víðkast, so at aðrir lutir úr dálkandi tilfari kunnu pantast og endurnýtast.

Sambandsflokkurin hevur strongt á, at fremja grøna orkuskiftið, so vit verða ein fyrimynd fyri onnur lond.

Vit eru øll samd um, at Føroyar í 2030 skulu verða 100% grønar á landi, og tað arbeiðið er byrjað. Vit hava nærum trífalda orkuframleiðsluna frá vindi tað seinasta árið. Tað er eitt stórt stig á leiðini, men vit skulu longur fram á leið, pump-storage er eitt, el-drivnan alibát, power to X, ja tøknin er har – hetta er bert byrjanin til stóra skifti, tað kemur, tá ið skip kunnu brúka grøna orku sum drívmegi.

Sambandsflokkurin legði seg í seðlarnar at fáa ferð á orkuskifti, fyrsta stigið er tikið, framleiðslan er økt munandi, næstu stigini eru at fáa goymt orkuna og javna nýtsluna, hetta gerst best við at skapa møguleika hjá fleiri at bjóða seg fram at verða við ið umleggingini.

Vit skulu fáa kapping um framleiðslu og útbreiðslu av grønum orkuloysnum. Veitarin ger íløguna, sum brúkarin endurrindar yvir longri tíðarskeið, so øll fáa møguleika at leggja um til grøna orku.

Føroyar skal vera ein partur av loysnini, vit skulu vísa, at tað ber væl til at vera eitt framkomið land og hava eitt lágt CO2 útlát.

Vit fingu veðurlagspolitikkin samtyktan í 2022, uppgávan nú er at fylgja honum, so vit við fyrimuni kunnu vísa fyri okkara keyparum úti í heimi, at vit eru við í grønu umleggingini. Burðardygd er til gagns fyri okkara útflutningsvirði og harvið alt tað føroyska samfelagið.

------------

At enda vil eg siga, okkara politikkur verður ikki goymdur í eini skuffu næstu fýra árini. Vit koma at halda áfram at føra okkara politikk fram, og veruliga verða ein semjusøkjandi konstruktivur andstøðuflokkur. Tí vit vita, at tað er bara ein spurningur um tíð, og spyrt tú meg, ikki alt ov langa tíð, so situr Sambandsflokkurin aftur í landsins leiðslu.

Vit vilja nýhugsan og framburð. Vit vilja vælferð. Vit vilja broytingar – fyri at skapa einar enn betri Føroyar.

Við hesum leggi eg upp til politiskt orðaskifti.

Takk fyri.