09. mai 2023

Svar frá Dennis Holm um betri rakstrargrundarlag til smáu aktørarnar í uppsjóvarvinnuni

Svar til fyrispurning 52-085/2022 frá Erhard Joensen, løgtingsmanni, um betri rakstrargrundarlag til smáu aktørarnar í uppsjóvarvinnuni

Spurningar:

1. Hvussu gongur við at fáa lagt kvoturnar um til egnar árskvotur sambært § 49, stk. 4, í løgtingslógini um sjófeingi - nær kann væntast ein loysn?

2. Hvussu gongur við endurskoðanini av reglunum í sjófeingislógini fyri antitrust til tess at forða fyri, at virðini og vinnumøguleikarnir savnast á ov fáum hondum - nær kann væntast ein loysn?

Svar til spurning 1

Í § 49 í sjófeingislógini verður tilskilað, hvussu kvotur av svartkjafti, norðhavssild og makreli, ið verða avsettar sambært § 14, stk. 1 og § 15, verða latnar til vinnuligar royndir og verkætlanir, harundir kvotur til ítøkilig skipakeyp og kvotur til at styrkja um kvotugrundarlagið hjá ávísum fiskifari (ískoytiskvotur).

Ásett er, at í minsta lagi 50% av nøgdunum verða latin til vinnuligar royndir og verkætlanir, harundir kvotur til ítøkilig skipakeyp. Tá kvoturnar til hesi endamál vóru útlutaðar, varð avgerð tikin um at lata 60% av kvotunum til vinnuligar royndir og verkætlanir og til ítøkilig skipakeyp undir einum og 40% til ískoytiskvotur.

Av teim 60%, sum eru tilskilað vinnuligum royndum og verkætlanum, harundir kvotur til ítøkilig skipakeyp, verða 23% latin vinnuligum royndum og verkætlanum á landi og 77% latin til ítøkilig skipakeyp. Tó verður øll svartkjaftakvotan latin til ítøkilig skipakeyp. Játtaðar vóru umsóknir frá tveimum feløgum til ítøkilig skipakeyp og trimum feløgum til vinnuligar royndir og verkætlanir á landi.

Ískoytiskvoturnar av norðhavssild verða býttar javnt millum 5 skip, meðan svartkjaftakvoturnar verða býttar javnt millum 4 skip. Kvoturnar av makreli verða latnar 7 skipum, harav 5 fáa 17,25% hvørt, og tvey fáa 6,9% hvørt.

Kvoturnar til vinnuligar royndir, harundir til ítøkilig skipakeyp og ískoytiskvoturnar, eru upprunaliga latnar fyri 5 ár. Fiskiloyvi fyri hvørt ár verður tó bert endurnýggjað, um treytirnar í tilsøgnini eru hildnar. Ískoytiskvoturnar kundu verða lagdar um til egnar kvotur í 2022, meðan kvoturnar til vinnuligar royndir og verkætlanir og til ítøkilig skipakeyp kunnu verða umlagdar frá 2023. Kvoturnar kunnu verða umlagdar, um mett verður, at grundarlag er fyri framhaldandi og burðardyggum fiskiskapi, og treytirnar í loyvinum annars hava verið loknar, og loyvishavarin lýkur vanligu treytirnar, sum eru ásettar í §§ 11-13 í sjófeingislógini.

Av ískoytiskvotunum eru umsóknir hjá fýra skipum umlagdar, meðan umsóknir frá tveimum skipum ikki eru gingnar á møti, og umsókn frá einum skipi verður viðgjørd.

Feløgini handan skipini, ið fingu kvotur játtaðar til ítøkilig skipakeyp, hava søkt um, at kvoturnar verða umlagdar. Hesar verða nú viðgjørdar.

Av feløgunum, sum hava fingið játtað kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir á landi, hevur tað eina felagið søkt um, at kvotan verður umløgd, men er hon ikki gingin á møti.

Svar til spurning 2

Sum tilskilað verður í spurninginum, hevur samgongan í samgonguskjalinum sett út í kortið, at reglurnar í sjófeingislógini fyri miðsavnan av veiðirættindunum verða endurskoðaðar at forða fyri, at virðini og vinnumøguleikarnir ikki savnast á ov fáum hondum.

Ásetingarnar um miðsavnan av veiðirættindum eru ásettar í § 13 í sjófeingislógini. Endamálið er, at feløg og persónar einsamallir ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis, ikki hava óavmarkað ræði á føroyskum fiskirættindum. Síðani verður tilskilað, hvussu stórt ræði feløg og persónar í mesta lagi kunnu hava innan fyri 7 allýstar bólkar av skipum ella slag av fiskiskapi.

Hesar reglur og onnur viðurskifti teimum viðvíkjandi – eitt nú at almannakunngera upplýsingar um ognarviðurskifti og ræði á veiðirættindum – verða eftirhugdar. Støða verður síðani tikin til, um og møguliga, hvørjar tillagingar hóskandi skulu gerast.

Dennis Holm

landsstýrismaður