09. mai 2023
Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 084/2022 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Johan Dahl, løgtingsmanni, um landsstýrisins útinnan av verju- og trygdarpolitikki Føroya
Spurningar:
1. Hvør er verju- og trygdarpolitikkurin hjá landsstýrinum?
2. Ætlar landsstýrið at orða ein føroyskan verju- og trygdarpolitikk, soleiðis sum landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, sigur tørv vera á?
3. Verður landsstýrið partur av samráðingunum um nýggju verjusemjuna fyri ríkið, um hvussu okkara verja í ríkisfelagsskapinum skal skipast og raðfestast?
4. Hevur løgmaður álit á, at landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum megnar at samskifta og samstarva við danskar myndugleikar um verju- og trygdarpolitikkin fyri ríkið, umframt altjóða leiklutin hjá Føroyum í hesum sambandi?
5. Nær roknar løgmaður við, at farið verður undir at seta lofteftirlitsradaran upp, og hvør, metir løgmaður, hevur ábyrgdina av at seta radaran upp?
Svar til spurning 1:
Trygdarpolitiska støðan er grundleggjandi broytt. Tað er tí tørvur á einum miðvísum føroyskum trygdar- og verjupolitikki, sum breið politisk semja er um. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur í hyggju at leggja eitt uppskot til samtyktar um trygdarpolitikk fyri Løgtingið í komandi tingsetu.
Grundarlagið fyri trygdar- og verjupolitisku kósini hjá landsstýrinum er tryggleikin hjá fólkinum, ið her býr, og at verja ta vælferð og tær samfelagsskipanir, sum hava týdning fyri okkara fólkaræði.
Føroyar skulu virka miðvíst fyri, at friður og lágspenningur valda. Tað er fortreytin fyri tí frælsa tilverugrundarlagi og teirri menning og vælferð, lond og borgarar teirra um okkara leiðir hava. Tí samstarva flestu londini um okkara leiðir um trygd, og hava somu grundleggjandi trygdaráhugamál.
Verju- og trygdarmál eru felags mál, og tí samstarvar landsstýrið við donsku stjórnina um trygdar- og verjumál.
Vit raðfesta eisini samstarv og samskifti við NATO, hvørs ábyrgdarøki Føroyar eru partur av. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at vit eru eru partur av øllum tilgongdum og avgerðum, sum viðvíkja trygdini í Norðuratlatshavi.
Svar til spurning 2:
Sí svarið til spurning 1.
Svar til spurning 3:
Regluligt samskifti er millum landsstýrið og donsku stjórnina í sambandi við, at stjórnin í næstum fer undir samráðingar við flokkarnar á Fólkatingi um eina nýggja verjusemju, sum leggur játtan og raðfestingar á verjupolitiska økinum í eina fasta legu komandi árini. Í tí sambandi er avrátt, at øll mál, sum eru viðkomandi fyri Føroyar og føroysk viðurskifti, verða umrødd á stjórnarstigi millum Føroyar og Danmark.
Svar til spurning 4:
Ja, tað havi eg.
Svar til spurning 5:
Arbeitt verður sambært upprunaligu ætlanini fram ímóti, at ein nýggjur lofteftirlitsradari er klárur at taka í nýtslu í 2028. Tað eru danskir myndugleikar, sum hava ábyrgdina av at seta lofteftirlitsradaran upp. Í samsvari við semjuna millum landsstýrið og donsku stjórnina frá juni 2022, er regluligt samskifti millum Uttanríkis- og vinnumálaráðið og danska verjumálaráðið um fyrireikingarnar til at fáa til vega, seta upp og reka radaran. Virkað verður ítøkiliga fyri, at føroyskir myndugleikar – í samstarvi við donsku verjuna og møguliga NATO – standa fyri at reka radaran.
Í Tinganesi, 9. mai 2023
Aksel V. Johannesen
løgmaður