15. mai 2023

Náttúruverndarlógin samtykt

Løgtingið hevur í dag endaliga samtykt uppskotið um náttúruverndarlóg.

Tað var longu í 2001, at ein arbeiðsbólkur staðfesti, at galdandi lóg á økinum ikki var nøktandi.

Gamla lógin, sum er frá 1970, snýr seg mest um vakurleika heldur enn um onnur virði, sum nú verða mett at hava størri týdning. Vit hava til dømis fingið flatmaðk og ymiskar plantur, sum eru skaðilig fyri føroysku náttúruna, og samtíðis hava vit ikki vart serliga væl ymiskar lívverur ímóti at verða oyddar. Tørvur hevur tí verið á lóggávu á økinum, fyri at sleppa undan hesum.

Uppskotið hevur verið ein tungur burður. Í valskeiðinum 2015 til 2019 fekk uppskotið frá táverandi landsstýriskvinnu ikki undirtøku.

Tá Helgi Abrahamsen so tók við sum landsstýrismaður í 2019, tók hann tað burturúr uppskotinum, sum løgtingið ikki hevði viljað tikið undir við. Við tí broytingini legði Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, uppskotið fram aftur í mars í fjør. Ein samd Rættarnevnd tók undir við uppskotinum, men áðrenn tingið fór í summarfrí bleiv málið beint aftur í nevnd, og tað kom ikki fram aftur áðrenn val varð útskrivað.

Hóast Ingilín Strøm, landsstýriskvinna, hevur havt ynski um at vena aftur til gamla uppskotið, so valdi hon at leggja sama uppskotið, óbroytt, framaftur í mars mánaði. Sambandsflokkurin hevur stuðlað henni í hesum, tí talan var jú um okkara uppskot.

“Í Rættarnevndini hava vit havt eina drúgva og neyva viðgerð av uppskotinum, og eg fegnist um, at tað nú endiliga samtykt,” sigur Helgi Abrahamsen, tingmaður og limur í Rættarnevndini.

Sambandsflokkurin