26. juni 2023
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum
Evni: Hækking av ansingarsamsýning
Spurningar:
1. Hví er ansingarsamsýningin ikki hækkað, sum ætlanin var?
2. Er ætlanin at hækka ansingarsamsýningina, og um so er nær?
3. Hvussu nógv er ætlanin at hækka samsýningina?
Viðmerkingar:
Sum ein liður at bøta um lívsgóðskuna hjá okkara eldru og óhjálpnu, vildi undanfarna landsstýrið frá 1. januar 2023 hækka ansingarsamsýningina til persónar, ið átaka sær ansingina, frá kr. 10.789 til kr. 18.000.
Hetta skuldi gera tað møguligt hjá okkara eldra ættarliði at verða longur í egnum heimi og varðveita sítt nærumhvørvið og vanar. Við hesum varðveita tey sín samleika, og familja og kenningar kunnu framhaldandi vitja í heiminum.
Kommunurnar og eldrasamstørvini royna áhaldandi at betra um síni tilboð til okkara eldru við nýggjum tænastum fyri at flyta fíggjarligu orkuna frá býlum til persónliga tænastu.
Eftir samskifti við kommunurnar, ið vara av eldraøkinum, sendi landsstýrismaðurin á heysti í fjør broytingaruppskot til kunngerðir til ummælis, síðan er onki hent.
Tí hevði verið áhugavert at fingið upplýst, hví málið er steðgað upp, og um nøkur ætlan er at hækka samsýningina.
Á Løgtingi, 23. juni 2023
Bárður á Steig Nielsen