22. juli 2023

"Hei, hei, på tide å stå opp og endre verden!"

Formaðurin í Ungmannafelagnum Samband, Alvi Jespersen, hugleiðir um summarleguna, sum UNR (Ungdommens Nordiske Råd) skipaði fyri á Utøya. UNR er undirgrein hjá Norðurlandaráðnum, og legan varð hildin dagarnar 17-20. juli.

“Hei, hei, på tide å stå opp og endre verden!”

                                    - Frode Grytten, juli 2011

Í dag, 22. juli, eru 12 ár liðin, síðan ræðuligu hendingarnar fóru fram, fyrst í Oslo og síðan á oynni Utøya. Hesin dagurin fer at standa, sum ein hin myrkasti, ikki bert í søgu Noregs, men hjá øllum Norðanlondum og øllum tí frælsa heiminum. Hóast tað longu er rúm tíð liðin, so fer hesin sorgardagur altíð at leiða tankarnar aftur til, tá óndskapur og smáskygni vóru atvoldin til, at 77 fólk lótu lív, átta fólk uttanfyri ríkisdagin í Oslo og 69 ungdómar á oynni Utøya, har meir enn 500 politisk ungfólk høvdu leitað sær á summarlegu við bjartskygni og vón um at vera við til at mynda morgindagin.

Seinastu vikuna havi eg, saman við øðrum politiskum umboðum úr Norðanlondum, verið á summarlegu á Utøya, sum UNR (Ungdommens Nordiske Råd) skipaði fyri. Hetta er fyrstu ferð, at UNR skipar fyri einari tvør-politiskari summarlegu á Utøya. Umframt umboð úr øllum Norðanlondum, so vóru ung frá politiskum flokkum úr Ukraina eisni boðin við. Hesi vóru flýdd undan krígnum, og eru nú noydd til at miðla teirra boðskap úr øðrum londum. Saman fingu vit møguleikan at skifta orð um politisk viðurskifti, ið eru uppi í tíðini í einstøku londunum, umframt at vit viðgjørdu mál í felag, ið eru eins tíðarbær í øllum londunum. Formaðurin í Norðulandaráðnum, Jorodd Asphjell, var eisini til staðar síðsta dagin á leguni, fyri at taka ímóti teimum uppskotunum, ið vit høvdu gjørt í felag, við tí fyri eyga, at Norðurlandaráðið skal viðgera hesi málini.

Tá ið eg fyrst setti fótin á land visti eg ikki, hvørjum eg fór at møta. Mangan hevur Utøya verið nevnd, og frágreiðingarnar um ræðuleikarnar hava fylgt mær gjøgnum størsta partin av uppvøkstrinum og mangan er hendingin blivin brúkt í skúlahøpi. Tískil kendist alt mestsum óveruligt, tá vit komu út á oynna, og vit stutt eftir sóu bátin leggja frá landi aftur. Spakuliga gjørdist tað greitt fyri mær, at hetta staðið var ikki longur bert frásagnir og myndir, ið eg hevði sæð og hoyrt um, men at eg sjálvur nú var har, ið alt fór fram.

Vit fingu møguleikan at síggja við okkara egnu eygum, hvar ræðuleikin fór fram, og gjørdist hetta sera kensluborið fyri okkum. Hóast yvirgangsatsóknin elvdi til ræðslu og ruðuleika, so ber oyggin í dag boð um, at hetta var bert fyri eina stutta stund. Greitt varð frá, at eftir yvrigangsatskónina var ivi um, hvussu farast skuldi fram, og hvussu oyggin framhaldandi skuldi nýtast. Stórur dentur hevur verið lagdur á gjøgnum árini at royna at samantvinna søguna hjá oynni, bæði tað góða og tað ónda, soleiðist at tey vitjandi fáa eina so “sanna” uppliving sum møguligt, við tí fyri eyga, at hon virkar hugkveikjandi fyri tann, ið vitjar.

Utøya er í dag ein oyggj við tveimum andlitum; einum ljósum, ið ber boð um frælsi og bjartskygni, og einum døprum, har sorgarleikurin hendan summardagin í juli altíð fer at vera frammaliga í huganum.

Fyrst og fremst er oyggin ein livandi vitnisburður um, hvussu umráðandi tað er, at vit ikki fella í fátt og ongantíð loyva óttanum at fáa valdið á okkum. Vit mugu ikki gloyma, hvønn týdning oyggin hevur havt, og hvat hon hevur umboðað fyri ung gjøgnum mong áratíggju, og fyri tey, ið lótu lív, fyri tað tey trúðu, líkamikið hvør politiska áskoðanin var, lagnudagin í 2011. Tí tað er tað, sum er mest umráðandi, at vit sláa manngarð um frælsi til at hava ymiskar meiningar, og harfrá viðgerða tær á fólkaræðisligan hátt.

Nógv góð orðaskifti vóru um politisku støðuna í heiminum, um kríggið og um søguna hjá oynni, har tey luttakandi vóru á einum máli um týdningin av at at standa saman um frælsið og ikki lata frælsiskúgandi megi fáa valdið á okkum. Túrurin var viðvirkandi til, at nýggj vinarbond vóru knýtt, og hevur hetta verið ein sannur framíhjárættur at sloppið at møtt so nógvum ungum, ið øll berjast fyri tí sama - frælsið til at boða frælsið!

Alvi Jespersen,

formaður í Ungmannafelagnum Samband

 

"Men tað skalt tú, ungdómur, sanna,

at trong er sigursins leið,

her ræður tað fram um annað

at standa og vikast ei.

Tí leiðin til frælsi og sigur

er val millum ilt og gott,

og frælsur er hann, sum gevur

seg heilan til himnadrott!"

                       - H.A. Djurhuus