15. september 2023

Søla av Sjódeplinum hjá P/F Fiskaaling í Nesvík

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður

Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum

Evni: Søla av Sjódeplinum hjá P/F Fiskaaling í Nesvík

Spurningar:

1. Hvat hendir í løtuni við ætlaðu søluni av Sjódeplinum hjá Fiskaaling í Nesvík, og er ætlanin framvegin at selja bygningin ella leiga hann út?

2. Hvussu nógvir keyparar hava víst áhuga fyri at keypa bygningin?

3. Eru møguliga aðrar ætlanir við bygninginum?

Viðmerkingar:

Í juli mánaða í 2022 stóð Sjódepilin hjá Fiskaaling til almenna sølu, men enn er bygningurin ikki seldur.

Sjódepilin hjá P/F Fiskaaling í Nesvík hevði m.a. til endamáls at gera royndir við toski, kalva o.ø.

Bygningurin stendur við streymasjógv, og tí kann sjógvur pumpast upp til at gera royndir við yngli o.ø.

Gjørdar eru stórar íløgur gjøgnum tíðirnar í Sjódepilin í Nesvík, og stór virði standa í løtuni óbrúkt uttan nakra ætlan fyri bygningin. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 13. september 2023

Johan Dahl