18. september 2023
Svar upp á fyrispurning nr. 52-016/2023 eftir § 52 a í tingskipanini um ókeypis sálarfrøðihjálp, frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmanni
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu gongur við nýggju skipanini við ókeypis sálarfrøðihjálp, sum bleiv sett í verk?
2. Hvussu nógv fólk hava fingið hjálp higartil?
3. Er skipanin eftirmett?
4. Er ætlan um at víðka tilboðið til aðrar aldursbólkar enn 15 til 35 ára gomul, sum hava brúk fyri hjálp?
Svar:
Til spurning 1, 2 og 3
Sum kunnugt, er talan um eina royndarskipan, sum varð sett í verk á vári 2021 og fer úr gildi 31. oktober í ár.
Higartil hava umleið 1.770 ávísingar verið til skipanina og samanlagt eru umleið 12.200 viðtalur framdar.
Heilsutrygd hevur eftirmett skipanina. Eftirmetingin hevur víst at tørvur er á eini tílíkari skipan, og at fleiri í málbólkinum hava havt eina góða úrtøku av viðgerðini.
Eisini hevur eftirmetingin víst, at skipanin hevur havt avbjóðingar. T.d. hevur visitasjónin verið ov breið í mun til málbólkin samstundis sum útjaðaraøkini, og serliga Suðuroyggin, liggja lutfalsliga lægri, tá ið hugt verður eftir ávísingum til skipanina.
Samstundis hevur royndarskipanin víst seg at vera munandi dýrari enn upprunaliga mett.
Til spurning 4
Landsstýriskvinnan hevur ikki tikið endaliga støðu til, hvussu eitt tílíkt tilboð skal skipast frameftir. Hetta verður fráboðað í næstum.
Heilsumálaráðið, 15. september 2023
Margit Stórá
landsstýriskvinna