23. november 2023
Týsdagin varð uppskotið hjá Sambandsflokkinum um at flyta ætlaðu niðurlagingina av ríkisveitingini yvir í P/F Suðuroyartunnil viðgjørt. Uppskotið fekk ikki serliga góða móttøku, hvørki frá samgongu ella øðrum andstøðuflokkum.
Støðan hjá Sambandsflokkinum er greið, um Suðuroyartunnilin skal gerast veruleiki, so eru vit fyrst noydd at veita tí størst møguligu eginfíggingina. Sambandsflokkurin hevur sum tann einasti flokkurin á tingi víst á ein ítøkiligan fíggingarleist, har ein upphædd á 850 mió. kr. komandi 10 árini kann nýtast til at økja um eginfíggingina og harvið kredittvirðið hjá tunnilsfelagnum.
Grundgevingin hjá hinum flokkunum fyri ikki at stuðla uppskotinum er, at hetta fer at órógva arbeiðið hjá fakliga bólkinum, sum er settur at fyrireika tunnilsverkætlanina. Men hetta er eitt skálkaskjól fyri ikki at skula taka støðu, og er tað heldur ikki rætt, sum verður ført fram.
Tað, at Sambandsflokkurin kemur við einari ítøkiligari ætlan um, hvussu vit økja okkara eginfígging, er ikki við til at órógva fyrireikingararbeiði hjá einum óheftum arbeiðsbólki.
Hendan byggiverkætlanin er somikið umfatandi, at tað krevur eina serliga viðgerð. Tí liggur ein serlig ábyrgd á politisku skipanini at taka eina avgerð um langtíðarfígging og fíggingarleist. Henda uppgávan liggur ikki hjá einum arbeiðsbólki, tí hann hevur ikki møguleika at arbeiða við loysnum, sum krevja eina politiska viðgerð og støðutakan.
Tað er øllum greitt, at tørvur verður á einari stórari lánsupphædd fyri at kunna fremja verkætlanina, og tí er sera neyðugt við munagóðari eginfígging, til tess at fáa eina lága rentu, langa afturgjaldstíð og harvið eitt so lágt lánsgjald sum møguligt - alt hetta er við til at lækka um árliga raksturin.
Uppskotið hjá Sambandsflokkinum leggur upp til, at vit alt fyri eitt byrja at økja okkara eginfígging, so tunnilin kann gerast til veruleika: 25 mió. kr. í ár, 50 mió. kr. komandi ár, 75 mió. kr. í 2025 og 100 mió. kr. í 2026. Samanlagt gevur hetta 250 mió. kr., sum vit kunnu nýta til at styrkja eginfíggingina, umframt 600 mió. kr. fram til 2032, og gevur hetta tilsamans 850 mió. kr. í eginfígging.
Avleiðingin av, at vit tveita ríkisveitingina burtur, heldur enn at brúka hana til okkurt samfelagsgagnligt, t.d. sum partur av fíggingini til ein Suðuroyartunnil, er, at tunnilin verður seinkaður fleiri ár longri enn neyðugt.
Suðuroyartunnilin er nú parkeraður í óvissuni.
Sambandsflokkurin