01. desember 2023
Eg havi áður víst á tørvin á einum hospice í Føroyum til ólekiliga sjúk og at landið, saman við kommununum, má viðvirka til, at eitt slíkt frístað verður sett á stovn. Tað er serliga stórur tørvur á at savna førleikar og orku á éinum og sama stað.
At savna førleikar og orku á einum stað er tað, sum øll serfrøði mælir til og sum verður gjørt allastaðnis rundanum okkum - endamálið er specialsering, til gagns fyri tann sjúka og avvarðandi.
Eg mæli til eitt hospice sum ein sjálvstøðugan stovn, sum liggur uttan fyri sjúkrahúsverkið, bæði fysiskt og fíggjarliga og er eisini ein skipan, har høvuðsendamálið er at veita røkt og linnandi viðgerð á høgum stigi til doyggjandi sjúklingar, har lekjandi viðgerð ikki er møgulig.
Gerast má eitt fyrireikandi fakligt arbeiði, har lýst verður nærri, vavið á tørvinum á palliativari viðgerð, hvussu eitt hospice kann skipast innihaldsliga og bygnaðarliga, kostnaðarmeting fyri rakstur og íløgur (keypa ella byggja), fígging, hospice í øðrum londum o.a.
Sum eg skilji støðuna í løtuni, so er palliativa tænastan í føroyska heilsuverkinum skipa og býtt upp nakað soleiðis:
- Palliativa toymið (virkar ikki nøktandi vegna vantandi játtan til normering)
- Palliativa eindin á B6 á Landssjúkrahúsinum
- Palliativa tænastan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
- Palliativa tænastan á Suðuroyar Sjúkrahúsi
- Sálarfrøði í palliatión
- Palliatión í primera heilsugeiranum
- Sjúklingar verða sendir av landinum í palliativa viðgerð
Sjálvt um landið er lítið og førleiki og orka er avmarkað, so vísir tað seg, at vit í Føroyum arbeiða beint øvut - vit petta alt sundur. Hetta hevur við sær eina vánaliga tænastu og viðgerð fyri sjúkingin, og hond verður ikki nóg væl tikin um tey avvarðandi.
Hyggja vit eftir londunum kring okkum, so er hetta økið nakað, sum er væl útbygt, og mugu vit her heima eisini koma til tað politisku niðurstøðu, at her skal eisini verða eitt stað, har ólekiliga sjúk fólk kunnu koma at vera seinastu tíðina og fáa alla neyðuga hjálp og lætta.
Fólkagrundarlagið í Føroyum er nóg stórt til eitt sjálvstøðugt hospice burtur frá sjúkrahúsinum. Viðmerkjast kann, at tað er lætt at koma til og frá hjá avvarðandi, undantikið hjá Suðringum, og møguleiki kann eisini gerast fyri, at avvarðandi kunnu búgva í nærumhvørvinum. Í t.d. Danmark hava hospice eina stødd millum 9 og 24 pláss á hvørjum stað.
Fyrimunir við hospice:
- Sjúklingurin er í einum optimalum røktarumhvørvi við starvsfólki, sum hava servitan og royndir
- Hospice kann leggjast á friðarligum og náttúruvøkrum øki burturfrá sjúkrahúsøki
- Avvarðandi kunnu vera um sjúklingin alt døgnið og gista á staðnum
Á einum hospice er fokus á umsorgan, hentleikar og lívsdygd hjá einum persóni, sum er ólekiliga sjúkur. Eitt hospice hevur atknýtt fakfólk sum læknar, heilsurøktarar, fysioterapeutar, prestar o.a. - og er sostatt designað til endamálið.
Hetta er eitt mál, sum vit breitt politiskt eiga at taka hendur saman um at fáa fullført.
Johan Dahl
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin