04. desember 2023
Svar upp á Fyrispurning nr. 52-047/2023 eftir § 52 a í tingskipanini viðvíkjandi projekterings- og byggieftirlitsútreiðslum til H-bygningin, frá Johan Dahl, løgtingsmanni.
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu stórar vóru upprunaliga mettu útreiðslurnar til prosjektering av H-bygninginum á LS?
2. Hvussu stórar eru útreiðslurnar til prosjektering, nú H-bygningurin stendur til at verða liðugur?
3. Hvussu stórar vóru upprunaliga mettu útreiðslurnar til byggieftirlit av H-bygninginum á LS?
4. Hvussu stórar eru útreiðslurnar til byggieftirlit, nú H-bygningurin stendur til at verða liðugur?
5. Hvat er vanligt at seta av til prosjektering og byggieftirlit í einum byggiprosjekti, t.d. í % av samlaða byggikostnaðinum?
Svar:
Til spurning 1 og 3
Sum svar til spurningin um upprunaligu mettu útreiðslurnar til prosjektering og byggieftirlit vóru hesar útreiðslur í 2015 mettar at vera 32,1 mió. kr. í prosjekteringsútreiðlum og 8,4 mió. kr. í útreiðslum til byggieftirlit (tað er til fakeftilit og byggileiðslu).
Upprunaliga varð farið undir verkætlanina við H-bygninginum í 2008. Um hetta mundi var byggiskráin í menning, umframt at farið var undir fyrireiking og dagføring av verandi bygningum hjá Landssjúkrahúsinum. Av somu orsøk var ikki endaliga avgjørt, hvat skuldi setast av til ymisku veitingarnar, sum t.d. prosjektering.
Ikki fyrr enn í 2012-2015 fekk tann verkætlanin, vit kenna í dag, tað innihaldið, sum er vorðið til tann H-bygning, ið stendur har í dag, tó við nøkrum eftirfylgjandi broytingarlógum.
Tá fyrsta játtanin til prosjektering av nýbyggingini (nú H-bygningurin) varð veitt, vóru prosjekterings-útreiðslurnar roknaðar at vera 10% av táverandi byggikostnaðinum. Táverandi byggikostnaður tók tá í lítlan mun atlit til slag og stødd av nýggja bygninginum. 10% er vanligt brúkt lutfall í byggivinnuni; men táverandi útrokningargrundarlagið var tengt at viðurskiftum, ið ikki vóru endaliga fastløgd.
Innan bygging er útrokningargrundarlagið fyri byggileiðslu og fakeftirlit vanliga grundað á slag, stødd og kompleksitet av byggiverkætlanini. Í hesum føri hevur útrokningargrundarlagið tikið støðið í tøku játtanini og einum grundarlagi, har slagið og støddin á nýbyggingini ikki var kend.
Grundarlagið fyri samanberingini av mettu útreiðslunum (til millum annað prosjektering, fakeftirlit og byggileiðslu) av nýbyggingini (nú H-bygningurin) og tær endaligu útreiðslurnar til nýggja H[1]-bygningin kunnu síggjast, sum tvær byggiverkætlanir, tá talan hevur verið um eina byggiverkætlan, ið er broytt í nøkrum umførum.
Upprunaligu útreiðslurnar til prosjektering og fakeftirlit (byggieftirlit) frá juni 2015 eru lýstar í talvuni niðanfyri.
Til spurning 2 og spurning 4
Sum svar til spurningin um samlaðu útreiðslurnar til prosjektering og byggieftirlit nú H[1]-bygningurin stendur til at verða liðugur, eru útreiðslurnar nú mettar at vera 72,9 mió. kr. í prosjekteringsútreiðlum og 22,1 mió. kr. í útreiðslum til byggieftirlit (tað er til fakeftilit og byggileiðslu).
Útreiðslurnar til prosjektering nú H-bygningurin stendur til at verða liðugur, eru 72.930.697 kr.
Hetta svarar til góð 16% í mun til byggikostnaðin á góðar 449.363.000 kr.
Í mun til samlaðu játtanina á 659.000.000 kr. til H-bygningin svarar hetta til 11%. Tá er byggiverkætlanin viðvíkjandi samanbyggingini o.a. undantikin umframt byggiverkætlanin, sum er í kjallaranum í H-bygninginum (Parkeringskjallari, Reingerðarmiðstøð og Felagsgoymsla), sum eru nýggjari byggiverkætlanir, sum fingu játtan í ávikavist 2021 og 2022.
Útreiðslur til fakeftirlit (byggieftirlit) nú H-bygningurin stendur til at verða liðugur, eru 22.107.679 kr. Hetta eru sløk 5% av byggikostnaðinum og 3,3% í mun til játtanina á 659.000.000 kr. til sjálvan H-bygningin (undantikið kjallaraverkætlanina og samanbyggingina).
Til spurning 5
Sambært Sjúkrahúsverkinum vísa tøl frá byggivinnuni, at prosjekteringsútreiðslur vanliga eru umleið 10-11% av byggikostnaðinum. Hetta talið broytist alt eftir vavi og kompleksiteti á byggiverkætlanini og møguligum marknaðarviðurskiftum. Tó vísir tað seg ofta, at prosjekteringsútreiðslurnar, hóast hesar verða bodnar út í kapping, enda á somu lutfallum, ið víst verður til omanfyri. Somuleiðis er ikki óvanligt, at prosjekteringsútreiðslur liggja um tey 15% av byggikostnaðinum á eini stórari byggiverkætlan og enn hægri, um talan er um eina fjølbroytta og kompleksa byggiverkætlan.
Eisini er vanligt, at byggileiðsla og fakeftirlit eru sløk 4-5% av byggikostnaðinum á minni kompleksum byggiverkætlanum, og kann koma upp á góð 8-9% í størri og/ella meiri kompleksum verkætlanum.
H-bygningurin er serdømi við t.d. nógvum tekniskum skipanum.
Ein onnur meginregla innan bygging er sonevnda lutfallið 80/20. Hetta merkir, at handverkaraútreiðslur, innbúgv og útgerð oftast eru um 80% av løgujáttanini og 20% er til annað; t.e. prosjektering, byggileiðsla og fakeftirlit, umsiting og onnur ráðgeving, umframt aðrar málsettar útreiðslur.
Heilsumálaráðið, 1. desember 2023
Margit Stórá
landsstýriskvinna