16. desember 2023

Bárður Nielsen um Kristian Djurhuus

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, ummælir nýggju bókina hjá Óla Jacobsen, sum snýr seg um fyrrverandi løgmann og formann Sambandsfloksins, Kristian Djurhuus.

"Við hesum er ein virðiligur varði reistur einum av okkara mætastu politikarum, ið umboðaði Sambandsflokkin frá 1932 til 1971 sum tingmaður, landsstýrismaður og løgmaður.


Bókin lýsir Kristian Djurhuus sum álitismann, við at hann myndaði fleiri stórmál sum samráðingar við bretar undir krígnum, samráðingar um eina nýggja stjórnarskipan eftir kríggið og at loysa læknastríðið. Ikki minst arbeiddi hann fyri áhaldandi menning av samfelagnum inneftir og úteftir.


Lesarin fær umframt innlit í politiska søgu og siðsøgu eisini eina góða mynd av, hvussu sárt tað kendist at vera so nógv burtur frá sínum kæru, konu og synum á Tvøroyri og tveimum synum avbyrgdir í Danmark undir krígnum, tí hann tók neyðug atlit til samfelagið framum, um hetta kundi vera til gagns fyri land og fólk."


Kristian Djurhuus hevur sitið longst í landsstýrinum síðani 1948. Hann sat átta ár sum landsstýrismaður og 10 ár sum løgmaður.


Eftir at vera farin úr politikki skrivaði Kristian Djurhuus niður sína hendingaríku lívssøgu. Til samans skrivaði hann meira enn 2.000 maskinskrivaðar síður.


Óli Jacobsen hevur í fleiri ár lisið og ritstjórnað hetta tilfarið hjá Kristiani við tí endamálið at geva henda søguliga dýrgripin út til Føroya fólk.


Úrslitið eru tvær bøkur, sum kunnu lesast sjálvstøðugt. Tann fyrra kom út í 2021 og er framvegis tøk. Seinna bókin, sum er útkomin til jóla, greiðir millum annað frá:


🔷 Bretsku hersetingini 1940-1945
🔷 Fólkaatkvøðuni í 1946
🔷 Heimastýrislógini
🔷 Sjóvinnubankanum
🔷 Verkføllum
🔷 Klaksvíksstríðnum