26. januar 2024
Tjóðveldisfólk eru komin í rasshaft av yvirtøkuni av Íleggingargrunninum. Tey hava ilt við at greiða frá, hvussu tey við aðrari hondini kunnu lækka ríkisveitingina, meðan tey við hinari hondini taka ímóti einum donskum grunni við 700 mió. krónum.
Fyri at koma burturúr hesum royna tey at siga, at pengarnir í Íleggingargrunninum eru ikki danskir, men amerikanskir. Hetta skal vera partur av Marshallhjálpini, sum USA lat europeiskum londum aftaná annan heimsbardaga.
Nú veit eg ikki, hvønn mun tað ger – um tað er meira sjálvstøðugt at taka ímóti amerikanskum pengum heldur enn donskum pengum?
Tað er rætt, at føroyingar fingu Marshallhjálp, men tað var 15 ár áðrenn Íleggingargrunnurin var stovnaður. Tann hjálpin hevði einki við Íleggingargrunnin at gera. Í Løgtingstíðindum sæst, at Løgtingið longu tann 10. mai 1949 viðgjørdi, hvussu Marshallshjálpin skuldi býtast.
Renta er ikki íløga
Ein onnur undanførsla hjá Tjóðveldi er, at pengarnir í Íleggingargrunninum eru skaptir av føroyingum, sum hava rindað rentu av lánum úr grunninum. Jú sjálvandi verður renta rindað av lánum, men tað ger ikki grunnin føroyskan.
Um eg fari inn í ein banka og láni pengar, sum eg rindi rentu av, so merkir tað ikki, at eg við tíðini blívi eigari av bankanum. Ella øvugt - um eg seti pengar á bók og fái rentu, so merkir tað ikki, at eg við tíðini komi at standi í skuld til bankan. Renta hevur einki við ogn og skuld í bankanum at gera.
Vit mugu eisini taka við í roknistykkið, at føroyingar hava í fleiri umførum “niðurkapitaliserað” grunnin (tað vil siga fingið pengar, sum ikki skuldu rindast aftur). Hetta hendi millum annað í sambandi við dagføringina av flogvøllinum.
Pengarnir vaksnir í virði
Danski statskassin rindaði 140 mió. krónur í grunnin árini frá 1964 til 1976. Um vit umrokna hesar pengarnar til nútíðarvirði, so er talan um eitt størri virði enn tað, sum grunnurin er verdur í dag. Rentuvinningurin minus niðurkapitaliseringar hava samanlagt ikki styrkt um grunnin. Samlaða virðið stavar alt frá pengunum, sum statskassin setti í grunnin, og tað ætlar Tjóðveldi nú at yvirtaka.
Løgmaður og varaløgmaður við hvør sínari útlegging
Á tingfundinum í gjár upplivdu vit eina løgna støðu. Løgmaður segði í svari til ein fyrpspurning, at pengarnir í Íleggingargrunninum eru danskir og eru ikki partur av Marshallhjálpini. Hann segði eisini, at føroyingar áðrenn tað høvdu fingið Marshallhjálp. Men Høgni Hoydal, varaløgmaður, sum svaraði einum øðrum fyrispurningi, segði, at Føroyar fingu ongantíð nakra Marshallhjálp, og at Íleggingargrunnurin tí er stovnaður við pengum, sum Føroyingar áttu at fingið í Marshallhjálp. Hann pástóð eisini, at virðini í Íleggingargrunninum eru skapt í Føroyum.
Hvørki løgmaður ella varaløgmaður hava loyvi til at siga ósatt fyri Løgtinginum, men vit koma ikki uttanum, at í hvussu so er annar teirra segði nakað á tingfundinum í gjár, sum ikki var satt.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður