12. mars 2024

Sambandsfólk møtast á Landsfundi

Leygardagin 16. mars heldur Sambandsflokkurin Landsfund á Hotel Hafnia í Tórshavn. Byrjað verður klokkan 08.30.

Meira enn eitt ár er nú liðið síðan verandi samgonga tók við landsins leiðslu. Sambandsflokkurin hevur víst seg sum ein konstruktivan mót- og viðspælara hjá verandi samgongu, og brúkar nú eisini tíðina til at fyrireika seg til eitt komandi val. Hetta fer at seta dám á skránna.

Á fundinum fer Bárður á Steig Nielsen, floksformaður, at halda formansrøðu, og aftaná verður politiskt orðaskifti.

Gestarøðari á fundinum í ár verður Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstra.

Á skránni verður framløga um “At reka fyritøku á altjóða marknaðinum”, við Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrost. Eisini prát millum Troels Lund Poulsen, Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenberg, har evnið verður: “Ríkisfelagsskapurin í einum ótryggum heimi”.

Harafturat verður prát um “Kommunuvalið 2024 og kommunalar avbjóðingar” millum Karl Johansen, borgarstjóra í Klaksvík, Erhard Joensen, løgtingsmann og Helga Abrahamsen, løgtingsmann.

Eftir Landsfundin verður Ársveitsla á Hotel Hafnia í Tórshavn.

“Landsfundurin er eitt gott høvið hjá Sambandsflokkinum at koma við nøkrum greiðum politiskum sjónarmiðum og boðskapum. Heimurin er broyttur nógv seinastu tvey árini og ótryggleiki valdar í Europa og longri úti í heimi, og Føroyar eru geopolitiskt ávirkaðar av hesari ótryggu støðuni. Tí er so sera neyðugt, at Føroyar taka aktivt lut í teimum verjusemjum, sum verða gjørdar í Ríkisfelags­skapinum og melda greitt út, at vit eru við”, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður.

Øll sambandsáhugað eru vælkomin á landsfund og í veitslu, sigur Sambands­flokkurin.

Meira kunning um skránna og tilmelding til veitsluna fæst á heimasíðuni: www.samband.fo , Facebook hjá Sambandsflokkinum og frá Floksskrivstovuni, tlf. 312492.

Sambandsflokkurin