14. mars 2024

Minni av politikki - meira av loysnum

Politisku flokkarnir hava ymisk hugsjónarlig boð uppá yvirskipað evnir - ríkisrættarligu viðurskiftini eru eitt, tann liberali samfelagsbygnaðurin mótvegis tí sosialistiska er eitt annað umframt virðispolitikkurin er eitt triðja.

Munur er á flokkunum, viðvíkjandi vælferðarmodellinum, sum vit kenna tað í dag, og í hvønn mun tað skal stýra borgarum og vinnuni - og ikki minst, hvussu vit síggja leiklutin, við ábyrgd og skyldum hins einstaka í einum meira og meira komplexum samfelagsmodelli, har bureaukrati bara økist.

Sostatt  er nokk at verða politiskt ósamdur um.

Tað er tó fleiri mál, ið vit saman heldur burdi funni loysnir uppá, ístaðin fyri at gera tey til endaleyst partapolitiskt kegl.

Búskaparligi haldføristrupulleikin

Haldføristrupulleikin er ein ómetaliga stór framtíðar avbjóðing, sum kemur at raka okkum hart, um vit ikki saman taka fatt nú, bæði fyri landsbúskapin, men í enn størri mun fyri tann kommunala búskapin.

Fyritreytin fyri at kunna gera nakað við hesa avbjóðingina er, at vit øll fyrst ásanna, at her er ein avbjóðing. Hetta gera vit ikki í løtuni, hóast øll politiska skipanin hevur skyldina í, at vit standa við hesum trupulleikanum. Og longri vit bíða við at ásanna hendan trupulleikan, jú harðari kemur hann at raka okkum.  

Hvussu skal kommunali geirin skipast til framtíðar avbjóðingina á eldraøkinum? Skal inntøkufrymilin hjá kommununum broytast? Hvat skulu kommunurnar umsita í framtíðini? Um ikki okkurt grundleggjandi verður gjørt við uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur, koma nógvar kommunur at hokna fíggjarliga.

Vit vita, at haldføristrupulleikin ikki kann loysast við vanligum búskaparvøkstri. Til tess eru komandi trupulleikar alt ov stórir, og tískil skulu politisk átøk gerast.

Tað verður neyðugt við einum fíggjarpolitiskum regluverki, herundir einari “budgett-lóg”, sum skal avloysa skipanina við játtanarkørmunum (henda skipanin virkar ikki eftir endamálinum og er ikki bindandi). Okkum tørvar at reka konjunkturjavnandi politikk og hava eina skuldarbremsu í skipanini. Eitt nú eiga lógaruppskot, sum ikki eru fíggjað ella útreiðslu-neutral at verða tikin av skrá ella ikki góðtikin av Løgtingum - hetta er galdandi regla, men verður ikki yvirhildið.

Ferðavinnan

Gongd í haga er eitt annað mál. Málið er í sjálvum sær ópolitiskt, og øll eru samd um, at vit eiga at loysa málið. Men vit vilja heldur brúka málið til partapolitiskt kegl og til at tekkjast ymiskum áhugamálum.

Viðvíkjandi fyriliggjandi uppskoti um gongd í haga, so eri eg vísur í, at um aðrir politiskir flokkar koma til aftaná næsta val, so verður hendan lógin - um henda verður samtykt - aftur broytt sum eitt tað fyrsta, og harvið kemur málið framhaldandi at blíva eitt stríðsmál í politisku skipanini.

Sig mær, í hvørjum øðrum parlamentum runt um í heiminum, stendur gongd í haga ovast á politisku dagsskránni - ongum!

Vit eru enn á byrjunarstøði til at fáa eina ferðavinnu upp at standa, og tí er tað okkara uppgáva at skipa soleiðis fyri, at tað verða skaptir greiðir og stabilir karmar um hesa vinnuna.

Tøku- og veiðigjøld

Øll, ja sjálvt vinnan er samd um, at alivinnan og fiskivinnan skal rinda fyri sín framíhjárætt.

Lógin um tøkugjald er broytt 3 ferðir seinastu árini.  

Málið er fullkomiliga ópolitiskt og burdi verið eitt mál, sum ein samlað skipan avgreiddi saman, tí vit kunnu sum samfelag ikki verða bekent at broyta skattligu viðurskiftini hjá okkara høvuðsvinnum í tíð og ótíð. Tað ger mann ikki eingongd í tilafturskomnum londum, tíansheldur í nútímans samfeløgum, har ein grundsúla undir samfelagsskipanini er at skapa stabilir karmar fyri fólk og vinnu, sum liva og virka har.

Trot á arbeiðsmegi

Bæði Føroyar og faktiskt allur vesturheimurin, hevur í dag ein akuttan mangul uppá kvalifiseraða arbeiðsmegi, og trupulleikin sær bara út til at veksa allastaðni.

Tí gera onnur lond víðfevndar nýskipanir á hesum økinum, fyri at skapa eitt størri útboð av innlendis arbeiðsmegi, fyri framhaldandi at kunna hava eitt vælferðarsamfelag.

Um vit síggja burtur frá Fast-track skipani, so hava vit so at siga onki gjørt í Føroyum á hesum øki. Hetta er eitt upplagt evni at taka upp í politisku skipanini, og tað krevur, at mann setur seg saman at gera nøkur politisk átøk - tí hetta er ein rættuliga samansettur trupulleiki, sum krevur eitt drúgt fyrireikingararbeiði og sum grípur inn í nógvar geirar.

Politisering og polarisering - gomul politisk vanahugsan

Forðingin fyri, at vit bróta óndu ringrásina við at politisera og polarisera alt, er eftir míni meting, blokkpolitikkur og gomul politisk vanahugsan.

Partar av politisku skipanini síggja út til at trívast væl í hesum politiska tómrúminum, har høvuðsendamálið er at markera seg sjálvan.

Hetta tómrúmið hevur ongan politiskan substans og er óforpliktandi, og kemur at halda fram so leingi sum blokkpolitikkurin sleppur at dominera og forpesta møguleikan fyri einum konstruktivum politiskum landslagi.

Og eitt konstruktivt politiskt samstarv hevur ongantíð verið so umráðandi sum nú, tí vit standa frammanfyri grundleggjandi trupulleikum, sum møguliga koma at hava sera stórar avleiðingar fyri Føroyar í framtíðini.

Harafturat eiga vit í Føroyum at hugsa okkum eyka væl um, tí vit liva í einum av heimsins mest viðbreknu búskapum. So at siga allur okkara útflutningur kemur úr havinum, og vit vita av royndum, at tað til tíðir kann vera ein svikalig inntøkukelda.

Nýggjar politiskar arbeiðshættir og broytt politisk mentan

Vit verða tvungin til - um vit vilja tað ella ikki - at endurskoða mátan at arbeiða upp á politiskt, umframt at broyta politisku mentanina.

Verandi politiski arbeiðshátturin og politiska mentan er óbrúkilig til at loysa tey týðandi mál, sum bíða eftir at verða loyst.

Lyklin til at seta gongd á eitt øðrvísi politiskt arbeiðslag er Sambandsflokkurin.

Sambandsflokkurin er ein ábyrgdarfullur sosialliberalur flokkur, sum hevur viljan og evnini til at fara inn í hesa tilgongdina við broytingum og breiðum politiskum samstarvi.

Erhard Joensen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin