26. mars 2024

Slóðbrótandi semja um tøkugjald

Sambandsflokkurin og samgonguflokkarnir hava skrivað undir eitt semjuskjal, ið skal tryggja støðugar karmar fyri alivinnuna

Ein langtíðarsemja millum Sambandsflokkin og samgonguflokkarnar skal tryggja alivinnuni støðugar karmar í minsta lagi til 2032. Tað er greitt, nú flokkarnir hava skrivað undir eina avtalu um, hvussu alivinnan í framtíðini skal rinda fyri síni rættindi.

Skipanin er í tveimum pørtum, har alifeløgini rinda eitt tøkugjald eftir verandi leisti, umframt ein serskatt.

Tað besta er at vinnan kennir treytirnar

“Alivinnan hevur við hesum fingið karmar at arbeiða undir, sum tey kenna frammanundan,” siga Erhard Joensen og Eyðdis Hartmann Niclasen, umboð Sambandsfloksins í Vinnunevndini.

“Tað at skipanin ikki verður broytt, hvørja ferð val hevur verið, og vinnan kennir treytirnar frammanundan, er tað besta við hesum uppskotinum,” sigur Sambandsflokkurin. “Samstundis fær samfelagið sín rímiliga part frá vinnuni, og tí hevur semjan stóran týdning fyri bæði vinnuna og samfelagið,” sigur flokkurin.

Sambandsflokkurin sær nógvar møguleikar í semjuni

Fyri Sambandsflokkin hevur tað verið eitt mál at finna eina langtíðarhaldføra skipan, sum heldur tvørturum valskeið, og sum í mest møguligan mun tryggjar eina javnvág ímillum stabilitet fyri alivinnuna øðrumegin og atliti til, hvat vinnan skal gjalda til landshúsarhaldi og vælferðarsamfelagið hinumegin.

“Sum andstøðuflokkur kunnu vit velja ímillum at finnast at øllum, sum samgongan kemur við, ella at royna at ávirka politikkin tann rætta vegin. Vit halda, at vit við hesi semjuni hava vit sett okkara týðiligu fingramerki á førda politikkin,” sigur Sambandsflokkurin. 

Um semjuna

Tøkugjaldið í semjuni er tað sama, sum Magnus Rasmussen, táverandi landsstýrismaður, arbeiddi við í undanfarna valskeiði. Tó er tað ovasta trinið í gjaldsstiganum tikið burtur, og ístaðin er ein eykaskattur settur afturat.

Politiska semjan er bindandi fyri flokkarnar í minsta lagi til 2032. Tillagingar og broytingar kunnu bara gerast, um allir flokkarnir eru samdir um tað, og um ein flokkur vil taka seg úr semjuni, skal hetta fráboðast við í minsta lagi 6 mánaða freist, og broytingar kunnu ikki fremjast fyrr enn eftir, at løgtingsval hevur verið.

Sambandsflokkurin