Hvat merkir viðgerðartrygd, her Danmark sum dømi:
- Ásetast í lóg (innan 30 dagar útgreining og síðan innan 30 dagar setast í viðgerð)
- Galdandi fyri somatiska og psykiatriska økið
- Um pláss ikki er fyri viðgerð í einum ávísum sjúkrahúsi, so tilboð um annað sjúkrahús í einum øðrum amti/ región
- Um pláss ikki er fyri útgreining/ viðgerð í almenna sjúkrahúsverkinum, so tilboð um privat sjúkrahús
Endamálið við einari skipan við viðgerðartrygd er m.a. at fremja skjóta sjúkraviðgerð og harvið stytta um bíðilistar. Hetta hevur við sær, at fólk skjótt aftur kunnu gerast virkin í teirra arbeiði og gerandisdegi, umframt at málrættað og skjót hjálp hevur eina fyribyrgjandi effekt.
Per Busk Sørensen hevur orðið:
Per greiddi frá hesum evnunum:
- Royndir úr Region Syddanmark og Esbjerg Sjúkrahúsi
- Hvussu kunnu hesar royndirnar nýtast í Føroyum?
- Hvussu kann ein viðgerðartrygd gerast í Føroyum?
Viðgerðartrygd í Danmark
- Bíðitíð til kanningar > 30 dagar -> sjúklingurin kann velja privatsjúkrahús
- Bíðitíð til viðgerðir > 60 dagar -> sjúklingurin kann velja privatsjúkrahús
- Krabbamein:
- Bíðitíð til kanningar í mesta lagi 2 vikur
- Bíðítíð til viðgerðir í mesta lagi 2 vikur
Viðgerðartrygd á Esbjerg Sjúkrahúsi - krabbamein
- Viðgerðartrygd til sjúklingar við krabbameini er partur av ”Sundhedsloven” og skal haldast
- Á Esbjerg Sjúkrahúsi hava vit eina serliga eind (sekretariat) sum planleggur allar sjúklingagongdir og ansar eftir, at lógin verður hildin
- Á Esbjerg Sjúkrahúsi klára vit at halda viðgerðartrygdina
- Men tað merkir, at aðrir sjúklingar mugu bíða longri
Viðgerðartrygd á Esbjerg Sjúkrahúsi - generelt
Tiltøk hjá Region Syddanmark:
- Øll sjúkrahús skulu royna at halda viðgerðatrygdina - tað eydnast ikki heilt
- ”Garanti-deildir”
- Fríklinikkin
- Sjúklingaleiðbeinarar
Tiltøk á Esbjerg Sjúkrahúsi:
- ”Garanti-deild” fyri kirurgi, plastikkirurgi, gynækologi
- Serligar ætlanir fyri at stytta bíðilistar
- Ambulatoriiætlanir
Dømi: Veneklinikkin
- Lang bíðitíð aftan á corona - tilsamans 1 ár
- Manglandi særlæknar
- Útbúgving av sjúkrasystrum til at gera forkanningar
- Halda uppat at gera flestu eftirkanningar
- Leyardags-ambulatoriir og leyardags-skurðviðgerðir
- Nú er bíðitíðin 6 vikur til forkanning og 10 vikur til viðgerð
- Gagnar sjúklingunum og gagnar Region Syddanmark sum sparir útreiðslur til privathospital
Hvørjar eru royndirnar?
- Sjúklingarnir eru væl nøgdir
- Viðgerðartrygdin viðv. krabbameini hevur riggað væl á Esbjerg Sjúkrahúsi, men tað merkir, at aðrir sjúklingar bíða longri.
- Aftan á corona eru bíðitíðirnar vorðnar longri.
- Men eg ivist ikki í, at uttan viðgerðartrygd høvdu bíðitíðirnar verið uppaftur longri
- Tí viðgerðartrygdin noyðir okkum á sjúkrahúsunum at arbeiða fyri at effektivisera, umleggja og beina burtur svinn
- Vandi fyri skeivari prioritering
- Viðgerðartrygdin í Danmark er kostnaðarmikil
- Í Danmark hevur viðgerðartrygdin gjørt, at ein stórur privatsektorur er komin - er tað ein fyrimunur ella ein vansi?
- Stór umsiting
Viðgerðartrygd í Føroyum
- Spurningurin er, hvussu mann kann gera eina viðgerðartrygd í Føroyum
- Er tað møguligt?
Hvat skal mann umhugsa?
- Skal viðgerðartrygdin vera líka fyri øll, ella skal hon lagast eftir, um tað eru sjúkur, sum krevja skjóta viðgerð ella sjúkur, sum ikki krevja skjóta viðgerð?
- Vit hava einki privatsjúkrahús í Føroyum. So tað verða tey trý sjúkrahúsini, sum skulu seta viðgerðartrygdina í verk.
- Hvussu kann mann økja talið av kanningum og viðgerðum á teimum trimum sjúkrahúsunum?
- Skal ein viðgerðartrygd setast í verk stigvíst yvir nøkur ár?
- Tað fer at kosta - hvussu kann ein viðgerðartrygd fíggjast?
- Hvussu ger mann eina viðgerðartrygd, sum ikki krevur eina stóra umsiting?
Betri nýtsla av starvsfólkunum
- Í Føroyum eru ov nógv seingjarpláss á sjúkrahúsunum. Um mann umleggur til meira ambulanta viðgerð, kann mann kanna og viðgerða fleiri sjúklingar og hervið stytta bíðilistarnar
- Í einum lítlum landi sum Føroyum hava vit trý sjúkrahús, sum samstarva alt ov lítið. Ein sameining af sjúkrahúsunum hevði givið betri nýtslu av starvsfólkunum og hervið møguleika at stytta bíðilistarnar:
- Eitt klárt og fakligt grundað uppgávubýti millum sjúkrahúsini
- Felags visitatión
- Felags planlegging av virkseminum
Er tað møguligt at gera eina viðgerðartrygd í Føroyum?
- Ja, men hon skal lagast eftir viðurskiftunum
- Serliga skal takast hædd fyri, at vit ikki hava privatsjúkrahús í Føroyum, som mann kann víðariávísa til
- Tað er gott at geva sjúklingunum rættindi …
- … og sunt at seta krøv til sjúkrahúsini
Ein føroysk viðgerðartrygd
- sum lagast eftir, um tað eru sjúkur sum krevja skjóta viðgerð ella sjúkur sum ikki krevja skjóta viðgerð
- sum etablerast stigvíst yvir nøkur ár og kanska bert á summum økjum
- sum ikki krevur stóra umsiting
- har mann fær starvsfólk og fígging við at umleggja og sameina sjúkrahúsverkið:
- Færri seingjarpláss -> meiri ambulant virksemi
- Ein verulig sameining av teimum trimum sjúkrahúsunum -> meira ambulant virksemi
Sjá annars innslag við Per Busk Sørensen í KVF:
Viðgerðartrygd hevði bjargað mannalívum, sjá innslag í D&V 23. apríl, eftir 3.45 min: https://kvf.fo/dv?sid=174133
Les aðrar greinar:
Boðskapir frá ráðstevnu um viðgerðartrygd í Føroyum - Jes Søgaard
Boðskapir frá ráðstevnuni um viðgerðartrygd í Føroyum - Steinar Eirikstoft
Sambandsflokkurin skipaði fyri ráðstevnu um viðgerðartrygd í Føroyum - tíni rættindi sum sjúklingur
Leinkja til videoupptøku:
https://youtube.com/live/awE-hXAiIwM?feature=share
Skrá
Kl. 13.00 Vælkomin. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum
Kl. 13.05 Viðgerðartrygd í Føroyum, bíðilistar, læknatrot o.a. - gongdin higartil og framyvir. Steinar Eirikstoft, stjóri í Sjúkrahúsverki Føroya
Kl. 13.30 Viðgerðartrygd í Danmark - ein faklig og formlig allýsing. Jes Søgaard, Sundhedsøkonom - Professari á SDU
Kl. 14.00 Bygnaður og elementir í einari skipan við viðgerðartrygd, umframt krøv. Per Busk Sørensen, fyrrv. sjúkrahússtjóri á Esbjerg og Grindsted Sygehus
Kl. 14.30 Krabbameinsfelagið um viðgerðartrygd. Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum
Kl. 15 Steðgur
Kl. 15.15 Kjakpanel: Hvussu kann viðgerðartrygd setast í verk í Føroyum? Liljan Weihe, Johan Dahl, Per Busk Sørensen og Pál Weihe
Kl. 15.50 Samanumtøka
Kl. 16 Liðugt
Orðstýrari/ facilitator: Óluva Zachariasen
Sambandsflokkurin