07. mai 2024

Boðskapir frá ráðstevnuni um viðgerðartrygd í Føroyum - kjakpanel

- Kjakpanel við Pál Weihe, Per Busk Sørensen, Liljan Weihe og Johan Dahl. Sambandsflokkurin skipaði 22. apríl fyri fakligari ráðstevnu um viðgerðartrygd í Føroyum - í Perluni í Havn. Ráðstevnan varð stroymd og videoupptøkan liggur á Facebook Sambandsflokkurin.

Hvat merkir viðgerðartrygd, her Danmark sum dømi:

- Ásetast í lóg (innan 30 dagar útgreining og síðan innan 30 dagar setast í viðgerð)
- Galdandi fyri somatiska og psykiatriska økið
- Um pláss ikki er fyri viðgerð í einum ávísum sjúkrahúsi, so tilboð um annað sjúkrahús í einum øðrum amti/ región

- Um pláss ikki er fyri útgreining/ viðgerð í almenna sjúkrahúsverkinum, so tilboð um privat sjúkrahús

Endamálið við einari skipan við viðgerðartrygd er m.a. at fremja skjóta sjúkraviðgerð og harvið stytta um bíðilistar. Hetta hevur við sær, at fólk skjótt aftur kunnu gerast virkin í teirra arbeiði og gerandisdegi, umframt at málrættað og skjót hjálp hevur eina fyribyrgjandi effekt.

🎤 Kjakpanelið hevur orðið:

Pál Weihe, yvirlækni og professari

Nógv góð innlegg.

Vit skulu geva okkara sjúklingum eina trygd fyri, at tey ikki eru gloymd, og at bíðitíðin er rímulig upp á ein alla annan máta.

Vit eru í einari priviligeraðari støðu, hvat viðgerðartrygd viðvíkur, við at kunna gera brúk av royndunum úr Danmark - taka tað góða til okkum og umganga tað trupla, hetta verður upp til okkara.

Vit skulu hava hasa trygdina so ella so, heilt klárt.

Fólk eru ikki gloymd í skipanini, men tey kunnu kanska hava eina kenslu av, at so er. Tey standa á einum lista og at hesin er langur er eitt negativt upplivilsi. Økja informatiónina um, hvar ein er í viðgerðartilgongdini o.a. - stór hjálp at vita, hvar ein er.

Liljan Weihe, løgtingslimur fyri Tjóðveldi

Noyðast at lýsa orðið viðgerðartrygd, sjálvandi hava vit viðgerðartrygd í Føroyum - vit fáa eina viðgerð gerast vit sjúk. Men her tosa vit um viðgerð innan fyri eitt ávíst tíðarskeið, 30-60 dagar o.a., og hvørjar sjúkur skal mann veita eina slíka viðgerðartrygd fyri.

Liljan Weihe vísti m.a. á, at tað skal kannast gjølla, hvat ein evt. viðgerðartrygd skal fevna um av sjúkum. Eitt nú nevndi hon um langa bíðilistan til børn og ung við sálarligum avbjóðingum.

Viðgerðartrygd føli eg er eitt sindur popput orð, serliga tá tað kemur frá politikarum, t.d. viðgerð innan 30-60 dagar er lætt at selja til veljaran frá politikarans síðu. Nakað annað er, tá mann skal implementera eina skipan við viðgerðartrygd, tá verður tað beinanvegin eitt sindur truplari at seta í verk, og hvussu skulu vit til at raðfesta við avmarkaðum midlum og hvussu selja vit tann boðskapin.

Vit noyðast við einari viðgerðartrygd at hava greiða skráseting, tí hvar eru vit, tað vita vit ikki og hvat vilja vit so, og hvussu røkka vit tí málinum - og har eru vit ikki orduliga enn, vit tora faktiskt ikki at raðfesta orduliga her í Føroyum.

Johan Dahl, løgtingslimur fyri Sambandsflokkin

Sambandsflokkurin hevur havt sum aðalmál at lógaráseta viðgerðartrygd í Føroyum - kann kortini ikki tryllast fram, long prosess.

Spurningurin er, um nokk er av tilfeingi (læknar, starvsfólk, pengar o.a.), og síðan, hvussu ein skipan kann gerast brúkilig og fungera, ein  fleirtrins rakett. Seta seg niður við fakfólkum, sum kenna til økini, hvørjar sjúkur vit kunnu raðfesta.

Tí er mál nummar eitt at gerast breitt politskt samd um at lógaráseta viðgerðartrygd.

Problemið er, at vit ikki hava nakrar definitiónir upp á nakað sum helst í skipanini - okur játtaðu í undanfarnu samgongu oyramerkt til viðgerðartrygd 30 mió.kr. árliga, men ána ikki, hvat tað varð brúkt til vegna vantandi skráseting. Vit játtaðu yvir 400 mió.kr. meira til heilsuverkið í seinasta samgonguskeiði.

Danir játta umleið 10% av BNP til heilsuverkið, og við hesari samanbering, so vanta enn 600 mió. kr. fyri at koma upp á sama niveau - vit játta í løtuni umleið 1,6 mió. kr. til heilsuverkið.

Vit mugu hava betri hagtøl og seta okkum saman við fakfólkunum innan økið, um hvønn málsetning, hvat fara eftir í viðgerðartrygdarhøpi og raðfesta tey viktigastu økini og restin yvir longri tíð - fer at taka ár at implementera.

Per Busk Sørensen, fyrrverandi sjúkrahússtjóri

Krabbameinsøkið eitt gott dømi um, at danir heilt klárt hava fingið eina betri viðgerð aftaná, at tey hava fingið viðgerðartrygd. Ikki perfekt, men virkar álíkavæl.

Í Føroyum má mann passa upp á, at viðgerðartrygdin ikki gerst meira umfatandi enn mann kann klára, ikki lova nakað, sum mann ikki kann halda. Heldur arbeiða stígvíst yvir nøkur ár, byrja eitt stað og fáa tað at virka  - og síðan síggja, hvørji øki kunnu leggjast afturat.

Politikarar og fakfólk viðgera og gera av, hvat er tað viktigasta at raðfesta - byrja harífrá og byggja tað upp.

Ikki realistiskt at gera ein viðgerðartrygd í Føroyum sum í Danmark, beint nú. Tað er ov ambitiøst og tað klárar føroyska sjúkrahúsverkið ikki.

Samanumtikið

Samanumtikið vóru øll samd um at gerast skuldi eitt gott politiskt og fakligt fyrireikandi arbeiði, áðrenn ein skipan við viðgerðartrygd kann setast í verk í Føroyum.

Øll samd um, at vit kunnu ikki seta í verk eina fulla viðgerðartrygd í Føroyum, tað megnar sjúkrahúsverkið ikki - men eina partvísa viðgerðartrygd og stígvísa menning.

Les aðrar greinar:

Boðskapir frá ráðstevnuni um viðgerðartrygd í Føroyum - Durita Tausen

Boðskapir frá ráðstevnuni um viðgerðartrygd í Føroyum - Per Busk Sørensen

Boðskapir frá ráðstevnu um viðgerðartrygd í Føroyum - Jes Søgaard

Boðskapir frá ráðstevnuni um viðgerðartrygd í Føroyum - Steinar Eirikstoft

Sambandsflokkurin skipaði fyri ráðstevnu um viðgerðartrygd í Føroyum - tíni rættindi sum sjúklingur

 

 Leinkja til videoupptøku:
https://youtube.com/live/awE-hXAiIwM?feature=share

 

Skrá

Kl. 13.00 Vælkomin. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Kl. 13.05 Viðgerðartrygd í Føroyum, bíðilistar, læknatrot o.a. - gongdin higartil og framyvir. Steinar Eirikstoft, stjóri í Sjúkrahúsverki Føroya

Kl. 13.30 Viðgerðartrygd í Danmark - ein faklig og formlig allýsing. Jes Søgaard, Sundhedsøkonom - Professari á SDU

Kl. 14.00 Bygnaður og elementir í einari skipan við viðgerðartrygd, umframt krøv. Per Busk Sørensen, fyrrv. sjúkrahússtjóri á Esbjerg og Grindsted Sygehus

Kl. 14.30 Krabbameinsfelagið um viðgerðartrygd. Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum

Kl. 15 Steðgur

Kl. 15.15 Kjakpanel: Hvussu kann viðgerðartrygd setast í verk í Føroyum? Liljan Weihe, Johan Dahl, Per Busk Sørensen og Pál Weihe

Kl. 15.50 Samanumtøka

Kl. 16 Liðugt

Orðstýrari/ facilitator: Óluva Zachariasen

Sambandsflokkurin