16. mai 2024
Løgtingið hevur í dag samtykt uppskotið frá Sambandsflokkinum um vakmyndatól. Tala er um eitt uppskot til samtyktar, har heitt verður á Landsstýrið um at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið, sum loyvir kommunum at seta upp vakmyndatól á serliga útsettum støðum í býarlívinum.
Sama uppskot varð lagt fyri Løgtingið fyri einum ári síðani, men tá atkvøddu bara Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fyri uppskotinum. Tó boðaðu fleiri í samgonguflokkunum frá, at tey tóku undir við, at kommunurnar fingu hesa heimildina, og onkur fór so langt sum at siga, at um Landsstýrið ikki kom við einum uppskoti um hetta, so fóru tey at atkvøðu fyri einum møguligum komandi andstøðuuppskoti um tað sama.
Sambandsflokkurin legði tí uppskotið fram aftur í februar, og hesaferð tóku 6 av 7 limum í Rættarnevndini undir við málinum og mæltu Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
Á tingfundinum í dag vóru 23 atkvøður fyri uppskotinum og tvær ímóti.
Sambandsflokkurin