22. mai 2024
Uppskotið um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) - (Framleiðsla og søla av el og fjarhita), kemur til 3. viðgerð í Løgtinginum í morgin.
Við teimum broytingum, sum samgongan og landsstýrið leggja upp til og sambært tí útmelding, sum landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm er komin við, um at seta av 5 øki í landinum til vindmyllulundir, so eru nakrar forðingar lagdar fyri innovatión og harvið møguleikunum at náa málinum um grøna orkuskiftið í 2030.
Politisku ætlanirnar byggja nú á at seta av nøkur heilt ávís øki í landinum til útbyggingar og ikki sum áður, at brúkt varð m.a. ein sokallað ”Open-door” útbjóðingarskipan. Henda skipan gevur privatum aktørum á markaðinum møguleika fyri at taka stig til at stovna ella gera íløgur í grønar orkuloysnir. Higartil hevur henda skipan virkað væl og við kapping tryggja nýhugsan og nýskapan innan el-orkuútbygging.
Við hesum broytingum hjá samgonguni og landsstýrinum verður avleiðingin m.a., at prosjektir, sum er nýskapandi og burðardygg í allar mátar, verða steðgað, eitt nú el-framleiðsla til útflutnings, Power-to-X, umframt tílík prosjektir sum Eysturlund.
Brúkarin skal eisini við hesum útspælinum á el-orkuútbyggingarøkinum rokna við at skula gjalda ein hægri el-prís í framtíðini.
Tað er onki at ivast í, at tær broytingar, sum nú verða gjørdar, eru eitt afturstig, bæði fyri samfelagið og vinnuna - og har brúkarin í síðsta enda verður taparin.
Bárður á Steig Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum