13. juni 2024

Elduvíkarvegurin

Eru nakrar ætlanir um at gera ábøtur á Elduvíkarvegin, og um ætlanir eru um hetta, nær kann so roknast við, at arbeiðið verður gjørt?

Tað havi eg í dag spurt Dennis Holm, landsstýrismann, í einum § 52a fyrispurningi.

Vegurin til Elduvíkar hevur í nógv ár verið í sera vánaligum standi. Fyri nøkrum árum síðani blivu ábøtur gjørdar á vegin, men tíverri eydnaðist arbeiðið ikki so væl. Tað vísti seg, at tilfarið helt ikki, tá veturin kom.

Hóast fá fólk búgva í bygdini, so verður hon nógv vitjað av ferðafólki, og tí er nógv ferðsla eftir vegnum.

Spurningurin skal svarast í seinasta lagi tann 25. juni.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður