05. juli 2024
Svar upp á fyrispurning frá Eyðdis Hartmann Niclassen, løgtingskvinnu, um laksaroyndir í føroyskum sjóøki, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS § 52 a), nr. 52-140/2023.
Fyrispurningur
1. Hevur landsstýrismaðurin sett í verk royndir, saman við Havstovuni, at fáa til vega upplýsingar og vitan um laksin í føroyskum sjóøki?
2. Nær væntar landsstýrismaðurin at kanningar fara í gongd?
3. Kann landsstýrismaðurin meta um, nær eitt úrslit verður tøkt?
Spurningarnir verða svaraðir undir einum
Í svari til Johan Dahl, SS-012/2023, varð m.a. sagt, at av tí at villur laksur ikki er ein felags stovnur, men heldur er laksur, sum stavar úr ymisku áunum, sum renna út í Norðuratlantshavið, so kann verða torført at gera eina stovnsmeting. Vísandi til SS-012/2023 eru ikki ítøkiligar ætlanir um at fara undir tílíkt royndarvirksemi.
Hinvegin kann nevnast, at landsstýrismaðurin hevur boðið umboðum frá Føroya Sílaveiðifelag at koma á fund at greiða frá verkætlan, sum er í umbúna. Verkætlanin hevur til endamáls at endurreisa villlaksin í Føroyum.
Føroya Sílaveiðifelag arbeiðir fyri at skapa trivnaðarvirksemi í føroysku náttúruni og at varðveita og nøra um føroysku sílini og villlaksin.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 2. juli 2024
Høgni Hoydal
landsstýrismaður