02. august 2024
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Afturrindan av heilsutrygdargjaldi til útisiglarar
Spurningar:
Viðmerkingar:
Útisiglarar fingu viðhald í bæði kærunevnd, Føroya Rætti og Landsrættinum, og tá ið Heilsutrygd ætlaði í Hægsta Rætt við málinum, fekst ikki loyvi til at royna tað har.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, skuldi tí gera eitt lógaruppskot, so teir útisiglarar, ið hava goldið heilsutrygdargjald av órøttum, kunnu fáa pengarnar aftur.
Mett verður, at neyðugt er at gera eina lógarbroyting, soleiðis at heimild fæst til at rinda heilsutrygdargjald afturvirkandi til persónar, sum av órøttum hava goldið ov nógv í heilsutrygdargjaldi.
Síðan kom fram alment, at lógaruppskotið um broyting í heilsutrygdarlógini verður klárt til at leggja fyri Løgtingið fyrst í nú nýggju tingsetuni, men enn er onki at frætta ímálinum, og tað kann ikki góðtakast,at málið blívur við at draga út. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 2. august 2024
Johan Dahl