05. september 2024

Bárður á Steig Nielsen spyr løgmann um ríkisveitingina

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari: Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður

Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður

Evni: Ríkisveitingin

Spurningar:

  1. Ætlar løgmaður at halda fast við at skerja ríkisveitingina, hóast búskaparstøðan er munandi broytt?

Viðmerkingar:

Frágreiðingin hjá Búskaparráðnum staðfestir, at føroyski búskapurin er undir trýsti, og neyðugt er við tiltøkum bæði á inntøku- og útreiðslusíðuni.

Búskaparráðið vísir á, at stóri vøksturin í búskapinum er fallin munandi, frá at hava verið upp ímóti 10% niður í 3% í leypandi prísum, samstundis sum prístalið hevur verið munandi hægri seinastu árini. Tað kundi tí bent á, at realvøksturin í føroyska búskapinum ikki longur er positivur.

Í samgonguskjalinum er ásett, at um búskaparstøðan broytist munandi, skal ætlanin um at skerja ríkisveitingina endurskoðast, sum helst merkir, at skerjingin verður steðgað.

Við skerjingunum seinastu tvey árini eru kr. 75 mió. í fruminntøkum tiknar úr føroyska búskapinum, og um ætlanin hjá samgonguni heldur fram, verða kr. 250 mió. færri til vælferðina - heilsuverk, almannaverk, skúlaverk o.s.fr.

At skerja inntøkurnar við kr. 25 mió. er á leið tað, sum sparingin er við at hækka pensjónsaldurin við einum ári, at barnafamiljur fingu ein lætta í skattinum á kr. 2.000, ella at lesandi fingu eina prísjavnan pr. 1. august á kr. 1.000.

Nú búskaparútlitini eru broytt munandi, og harður lútur má til at fáa javnvág á landsins fíggjarlóg, kundi væntast at løgmaður tók um endan og kravdi, at ongar inntøkur skulu skerjast, tí tað gongur útyvir vælferðina í Føroyum. Tí verður hesin spurningur settur.

Á Løgtingi, 5. september 2024

Bárður á Steig Nielsen