11. september 2024

Helgi spyr um undantøk í sambandi við verkføll

Hvussu langt er arbeiðið komið við at fáa partarnar á arbeiðsmarknaðinum at gera semju um undantøk í sambandi við verkføll? Tað spyr Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, í einum § 52a fyrispurningi til Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur Helgi Abrahamsen, at av og á verða uppskot løgd fyri løgtingið um at geva undantøk í verkfalsstøðum. Hesi uppskot verða vanliga løgd fram og skundviðgjørd meðan verkføll eru. Seinast hetta hendi var í novermber í fjør í sambandi við verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingum.

«Tað er óheppið, at løgtingið skal kenna seg noytt til at samtykkja undantøk við lóg, og tí átti avtala at verið gjørd millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at undantøkini vóru avtalað frammanundan,» sigur Helgi Abrahamsen. Hann vísir á, at royndir eru fyrr gjørdar at fáa partarnar á arbeiðsmarknaðinum at tosa saman um hetta, men tað hevur ikki borið á mál.

«Sjálvandi vilja fakfeløgini krevja nakað afturfyri eina slíka avtalu, og tann prísin mugu vit gjalda. Gera vit ikki tað, fara hjálparleys fólk framhaldandi at koma í klemmu orsaka av ósemjum,» sigur hann.

Í januar í ár setti Helgi Abrahamsen landsstýriskvinnuni ein munnligan fyrispurning, har spurt varð, um landsstýriskvinnan arbeiddi við at fáa partarnar á arbeiðsmarknaðinum at gera semju um undantøk í sambandi við verkføll. Landsstýriskvinnan svaraði tá, at hon ætlaði at taka arbeiðið upp í næstum. Nú er aftur vandi fyri einum verkfalli, sum kann fáa stórar avleiðingar. Tí spyr løgtingsmaðurin landsstýriskvinnuna, hvussu langt arbeiðið er komið.

Freistin hjá landsstýriskvinnuni at svara er 23. september

Sambandsflokkurin