20. september 2024
Mikukvøldið sendi Høgni Hoydal eina grein í miðlarnar um kredittmetingina hjá Moody’s. Greinin skal eitast fyri at vera eitt “aftursvar” til Sambandsflokkin, men tað løgna er, at Sambandsflokkurin hevur ikki sagt nakað um frágreiðingina hjá Moody’s. So helst er talan um eitt “aftursvar” til tað, sum Høgni heldur, at sambandsfólk hugsa ella kanska ætla sær at siga.
Og so forklárar hann, at tað er eingin orsøk til at “tosa Føroyar og føroyingar niður” (sum hann nokk heldur, at Sambandsflokkurin vil), tí tað snýr seg um, hvat vit sjálvi megna. – Har eri eg púra samdur. Sjálvandi er tað fyrst og fremst okkara egni politikkur, sum avger okkara kredittvirði. Vit koma tó ikki uttanum, at Moody’s sigur, at eitt sum kann gera kredittvirði verri er, “um sambandið við Danmark viknar”. Men hetta er ikki nakað sum Sambandsflokkurin hevur funnið uppá. Hetta sigur Moody’s.
Eisini sigur Moody’s, at sambandið við Danmark er ein fyrimunur, tí tað er sera sannlíkt, at Danmark, sum hevur hægstu kredittmetingina, kemur Føroyum til hjálpar í eini kreppustøðu. – Men aftur her: Hetta sigur Moody’s, og ikki Sambandsflokkurin.
410 mió. eftir hali
Høgni sigur, at Føroyar fáa góða kreditmeting, tí grundraksturin (sum er úrslit áðrenn íløgur) er batnaður, síðani henda samgongan tók við.
Um vit hyggja í landsroknskapin, so síggja vit, at landskassin hevði 195 mió. krónur í avlopi í 2022 (sum var seinasta árið hjá undanfarnu samgongu), og 215 mió. krónur í halli í 2023 (sum var fyrsta árið hjá hesi samgonguni). Úrslitið er sostatt versnað við 410 mió. krónum eftir einum ári! Hvussu Høgni fær tað til at vera eina framgongd, skilji eg ikki.
Eg síggi at løgmaður eisini er úti við eini grein, har hann sigur, at tað eru íløgurnar hjá undanfarna landsstýri sum eru orsøkin til ringa úrslitið hjá teimum. Spurningurin er, hví avlopið so vendi til hall, eftir at undanfarna landsstýrið hevði lagt frá sær? Hvørjar nýggjar íløgur hjá undanfarna landsstýri eru farnar í gongd í 2023, sum gjørdu úrslitið 410 mió. krónur verri?
Eg kann eisini minna á, at núverandi samgonguflokkar atkvøddu fyri so at siga øllum íløgunum, sum blivu samtyktar í undanfarna valskeiði, og harumframt atkvøddu teir eisini fyri einum uppskoti frá Tjóðveldi um at endurnýggja strandfaraflotan fyri 330 mió. krónur. Tað vil siga, at hesir flokkarnir atkvøddu fyri nógv fleiri íløgukrónum í farna valskeiði, enn táverandi samgonguflokkar sjálvir atkvøddu fyri.
Løgin søga um Búskapargrunnin
Høgni kemur so við eini løgnari søgu um Búskapargrunnin. Hann sigur, at nú fara inntøkur av tilfeingisgjøldum og aligjøldum ikki beinleiðis inn á fíggjarlógina, men tær fara í Búskapargrunnin, og tí blívur úrslitið verri á pappírinum. Og sum eg skilji tað, so heldur hann, at hetta er ein mannagongd, sum er byrjað síðani hetta landsstýrið tók við, men tað er ein misskiljing. Lógin um Búskapargrunnin er ikki broytt síðani 2018. Tað vil siga, at grunnurin virkaði akkurát líka í farna valskeiði, sum hann virkar nú.
Allar inntøkur hjá landinum koma enn sum áður á fíggjarlógina og í landsroknskapin. Men tá talt verður saman, verður skilt ímillum “vanligar postar” og “óvanligar postar”. Annað avlopið hevur alt við, meðan hitt vísir úrslitið, tá sæð verður burtur frá eitt nú flytingum millum fíggjarlógina og Búskapargrunnin. Trupulleikin er bara, at báðar samanteljingarnar vísa hall. Líkamikið um Høgni telur Búskapargrunnin við ella ikki, so er úrslitið í báðum førum eitt hall. Tí kann tann undanførslan ikki brúkast.
Hetta landsstýrið hevur skjótt sitið í tvey ár, so nú er tíð uppá, at tey byrja at taka ábyrgd av teirra egna politikki. Hatta við at kasta ábyrgdina yvir á undanfarna landsstýrið kann ikki brúkast til nakað.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður