15. oktober 2024
Eg eiti Sunnvá Dahl Høgfeldt, eri 29 ára gomul og uppvaksin á Argjum. Eg eri gift við Martin og eigi ein skjótt 2 ára gamlan son, ið eitur Kristian.
Eg stilli upp til kommunuvalið, tí eg havi sera nógv upp á hjartað, og tí eg ynski at hava ávirkan. Har sum eg eri, hendir sera nógv, og eg veit, at eg hevði megnað at fingið sera nógv frá hondum í býráðnum.
Eg ynski at raðfesta býarplanlegging og trivna millum borgararnar. Tað er týdningarmikið at skapa grannaløg við grønum økjum, spæliplássum og støðum, har fólkið kann savnast. Samstundis skal tað vera trygt at vera barn og borgari í kommununi.
Við at fáa fleiri løðistøðir til el-bilar, at leggja fjarhita, og við at samskipa jarðhitan ynski eg at gera tað lættari og bíligari hjá borgarum at velja eina grøna loysn til teirra húsarhald.
Sunnvá Dahl Høgfeldt
valevni Sambandsfloksins til kommunuvalið í Tórshavn