16. oktober 2024
Eg eiti Anita Heinesen, eg eri 36 ár og mamma til 6 børn (3 bonus), og omma til 2. Eg eri útbúgvin fíggjarbúskaparfrøðingur og havi tikið ymiskt oman á, so í dag starvist eg sum HR-leiðari.
Eg eri tilflytari til Tórshavnar kommunu, men hon er nú vorðin mín kommuna, eftir at eg og familjan fluttu til Hvítanesar. Eg eri uppvaksin á bygd, har pápi mín var bóndi. Míni barnaár sleit eg saman við kríatúrunum, har summarið fór við sláing og veturin við slakti. Eg eri handlisterk, taki eina eyka hond í, og so eri eg álítandi.
Eg stillaði fyrstu fer upp til løgtingsvalið í 2022. Orsøkin var, og er framvegis, at eg síggi og livi í einum samfelag, har tey bleytu virðini eru gloymd. Tey eru ikki heilt gloymd, tey fáa eitt sindur her og har, men tað er onki, sum veruliga lyftir støðið soleiðis, at tey, sum skulu bera víðari frá okkum, fáa tað besta, og tey sum bygdu upp frammanundan okkum, fáa tað virðing tey hava uppiborðið.
Míni hjartamál eru heilt víst bleytu virðini. Uttan at taka atlit tey, hava vit eingi fólk at byggja vegir, tunnlar, ella tjóðleikhús til, ella við. Tað er ongin loyna, at vit liva av skattainntøkum, og um vit ikki geva okkara eftirkomarum bestu livikor sum smá, so verða færri skattakrónur, og harvið færri pengar at byggja og menna kommununa fyri.
Hóast bleytu virðini liggja mær nærmast, so er mín hugsan, at alt hongur saman. Men vit mugu byrja við bleytu virðunum, áðrenn vit hava nakað grundarlag fyri eini kommunu. Støðan er tann, at burðartalið lækkar, vit liva longri, og færri eru hendurnar, sum skulu bera øll okkara politisku ynskir á mál. Tí skal umraðfestast, meðan onkur vil verða við, at tey bleytu virðini fáa ríkiligt, so síggja vit bæði í skrift og talu, at hetta er ikki so.
Anita Heinesen
valevni Sambandsfloksins til kommunuvalið Tórshavn