16. oktober 2024

Meira frælsi og fleiri møguleikar

Eg eiti Petur Frank Jákupsson Holm, eg eri 31 ára gamal og búgvi í Tórshavn.

Eg stilli upp til kommunuvalið, tí eg brenni fyri at gera mun í lokalsamfelagnum.

Eg havi stóran áhuga fyri ítrótti og meti tað vera týdningarmikið at vera virkin og skapa ein felagsskap gjøgnum ítróttin.

Harumframt vil eg arbeiða fyri útstykking av fleiri gundstykkjum, bæði til privat- og vinnuligt endamál. Eisini til teirra, ið hava minni vinnuligt virksemi. Fleiri bústaðir skulu byggjast, herundir íbúðir. Hetta hevur eisini við sær, at eg fari at leggja stóran dent á býarplanlegging. Tí kommunan skal eisini verða eitt meira burðardygt og attraktivt umhvørvi fyri øll.

Eldraøkið er eisini nakað eg brenni fyri. Eg ynski at tryggja okkara eldru borgarum ta umsorgan og tann stuðul, tey hava brúk fyri og eiga at fáa, so tey kunnu liva eitt virðiligt lív, restina av tíðini tey eru her.

Afturat hesum haldi eg, at vit skulu hyggja nærri at møguleikanum at lækka kommunuskattin. Hetta vil geva borgarunum meira frælsi og fleiri møguleikar.

Eg trúgvi uppá, at við at gera íløgur í okkara lokalsamfelag og prioritera røtt økir, skapa vit samstundis eina betri framtíð fyri okkum øll í Tórshavnar kommunu.

Petur Frank Jákupsson Holm

valevni Sambandsfloksins til kommunuvalið í Tórshavn